Nicolaj Falck

Nicolaj Falck er 47 ára gamal og býr í Nólsoy saman við konuni Aðalbjørg J. Linklett. Til samans hava tey  7 børn, 2 hundar, 4 hønir og ein hana. 

Nicolaj er útbúgvin BA í Performancemaker frá Listaháskúla Íslands í 2013.  Henda útbúgvingin umfatar m.a palllist, pallmynd, leikstjórn og at skriva til pall. Nicolaj hevur staðið nógv á palli, bæði í sjónleiki og filmi, einamest á Tjóðpalli Føroya. 

Nicolaj hevur, áðrenn hann flutti aftur til Føroya, roynt at búð í Danmark, Australia, Skotlandi og í Íslandi. Alskurin til heimbygdina Nólsoy og Føroyar, var tó so stórur at hann valdi at flyta heim aftur á klettanar í 2015.

Í frítíðini dámar Nicolaj væl at hugna sær saman við familju og vinfólki. At ganga túrar í vøkru føroysku náttúruni,  spæla heilsufótbólt og at skipa fyri barnatiltøkum, eitt nú árliga eggjaveiðan, sum er í Nólsoy um páskirnar.

Í løtuni smíðar Nicolaj Ovasavnið í Nólsoy, til frama fyri Ova Joensen sála. Týdningurin at varveita søguna og mentanina í heimbygdini er ein stórur partur av gerandisdegnum. Nicolaj hevur stóran áhugað fyri søgu og mentan og er hann eisini fúsur at siga frá, í bygdasavninum og frá hendingum í heimbygdini. 

Nicolaj hevur sitið í staðbundnunevndini í fleiri umførum og hevur tí verið ein rødd hjá bygdini, í býráðnum. Eisini er Nicolaj virkin limur í Ungmannnafelagnum Royndini, sum á hvørjum ári skipar fyri ymiskum tiltøkum, bygdini at frama.

Annað nevndararbeiði, ið kann nevnast er: Nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag, Nólsoyar Ítróttarfelag, Nólsoyar Fornminnisfelag o.a.

Hjartamál:

  • Eldraøkið
  • Bygdirnar í kommununi
  • Mentan og list
  • Bústaðarmøguleikar