Størsta avbjóðingin hjá ungum familjum er at koma inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð. Eftirspurningurin er fleiri ferður størri enn útboðið og hetta trýstur prísirnar upp, har bert heilt fá kunnu røkka.

Land og kommunur kunnu gera sítt til at lætta um hjá teimum, ið fáa sær sín fyrsta bústað. Við at raðfesta smærri búeindir, so sum raðhús, samanbygd hús og eigaraíbúðir, kunnu kommunur fáa meira burtur úr avmarkaðum byggilendi. Haraftrat hevur lægra prísstigið á smærri búeindum við sær, at nógv fleiri fáa møguleika at ogna sær sítt fyrsta heim.

Framsókn vil, at felagið Bústaðir skal seta meira ferð á bygging av leigubústøðum. Felagið skal harafturat uppraðfesta bygging av lestraríbúðum. Fólk, sum ikki frammanundan hava egnan bústað, skulu hava framíhjárætt á bíðilistanum.

Hundraðtals hús kring landið standa tóm uttan fastbúgvandi eigarar. Hesi somu, tómu hús fáa tænastuveitingar frá kommununum, sum tey fastbúgvandi gjalda fyri.

Framsókn vil, at heimild eigur at verða latin kommunum at taka eitt hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki rinda skatt í kommununi.

Skipanin við rentustuðli frá landinum ger sítt til at trýsta prísirnir uppeftir. Skipanin livir í stóran mun ikki upp til sítt endamál longur og eigur tí framyvir stigvíst at lækkast og avtakast. Hetta skal tó ikki raka verandi húsaeigarar.