Vælferðin skal framtíðartryggjast

Dýr vælferð, er ikki tað sama sum góð vælferð. Hóast hundraðtals milliónir eru lætnar almannaverki og heilsuverki, fáa fólk ikki grundleggjandi vælferðartænastur. Framsókn vil gera neyðugar nýskipanir, sum tryggja, at vit fáa meira fyri hvørja krónu, og at okkara vælferð verður haldfør langt fram í tíðina.

Framsókn vil, at alt sjúkrahúsverkið, og ikki bara leiðslan, skal virka sum ein eind. Samskipanin gagnar sjúklinginum, og vit fáa meiri burturúr játtanini. Serliga eigur virksemið í Klaksvík og Havn at samantvinnast betur. Suðuroyar sjúkrahús kemur framhaldandi at hava sína serstøðu sum útjaðarasjúkrahús, til fast samband er við Suðuroynna.

Eingin vælferð uttan starvsfólk. Verandi skipan ger, at tess meira tú arbeiðir, tess minni fært tú burturúr. Fólk skulu kunna arbeiða tað, ið tey vilja og megna, men skipanin skal tillagast soleiðis, at eingin lág- ella miðalløntur skal skattast eyka, fyri at arbeiða fulla tíð.