Framsókn sær okkara mál sum fremsta mentanarbera og tí skal málpolitikkurin fremja hetta at liva og virka á føroyskum í Føroyum, soleiðis at føroyskt mennir sína støðu.  Framsókn setir arbeiðið við m.ø. føroyskari máltøkni og við føroyskum fyri til flytarar heilt frammalaga. Eisini leggja vit dent á góðar førleikar í fremmandamáli.

Listin eigur stóran lut í almennu búgvingini, umframt at listin kveikir, søkir og gevur sítt íkast, so vit áhaldandi kunnu rætta kósina.

Mentan og skapandi tilfeingi eru har afturat eisini vinnulig, og tílíkar vinnur økja um trivnað runt landið, og nógv íverksetan sæst innan hesar.

Stuðulsskipanir skulu seta krøv um góðsku, men samtíðis virka breitt og ikki avmarkast í mun til hvør politisk hugsjón situr við valdinum. Spírandi filmsvinnan skal stuðlast.

Ítróttin er umframt tað heilsuliga og trivnaðarliga eisini ein sterk kappingarmegi tvinnað saman við okkara tjóðskapi.

Framsókn gevur máli og mentan stórt rúm í politiska arbeiðinum.