Vit liva í einum av heimsins ríkastu londum, og søguliga hava vit ongantíð verið betri fyri enn júst nú. Tey flestu av okkum hava tað gott – og tó. Tað er, tá vanlukka ella sjúka rakar, at gerandisdagurin raplar. Tað er tá, at vælferðarsamfelagið stendur sína roynd.
Heilsaverkið er ein av kjarnutænastunum í vælferðarsamfelagnum, og tað skal ikki bara virka, tað skal eisini støðugt mennast. Vit koma at brúka meiri pening til heilsuverkið frameftir og allerhelst ein størri og størri part av fíggjarlógini. Lutvíst, tí vit gerast alt fleiri eldri, og tað er í eldri árum, vit serliga brúka heilsutænastur. Lutvíst, tí viðgerðarmøguleikarnir gerast fleiri og betri alla tíðina. Í báðum førum kunnu vit fegnast.
Samtíðis mugu vit tryggja okkum, at fíggjar- og starvsfólkaorkan verður gagnnýtt sjúklinginum og okkum øllum til gagns. Seinnu árini er játtanin vaksin munandi, og politiskt hevur mann brúkt tað sum prógv fyri sínum góða vilja og raðfesting. Tað gerst tó alt meiri greitt, at peningur einsamallur loysir ikki allar avbjóðingar. Fleiri skipanir virka ikki, sum tær skulu.
Kommunulæknaskipanin er krumtappurin í heilsuverkinum, og hon virkar ov illa í løtuni. Alt ov nógvir føroyingar hava ikki egnan kommunulækna. Sum formaðurin í Kommunulæknafelagnum vísti á, so er tað avgerandi fyri tína heilsu, at tú hevur egnan lækna, sum kennir teg. Ein góður kommunulækni kann eisini forða fyri, at sjúkrahúsini verða ovbyrðað óneyðugt.
Ein langtíðarætlan skal leggjast fyri serlæknaøkið. Tað er í dag alt ov tilvildarligt, hvørjar viðgerðir verða gjørdar í Føroyum og hvørjar ikki.
Og síðst men ikki minst, mugu tilmælini í nýggjastu krabbameinsætlanini takast í álvara. Vit hava ábendingar um, at serliga útgreiningin av krabbameinssjúklingum má betrast.
Framsókn vil framhaldandi raðfesta heilsuøkið, ikki bara fíggjarliga, men eisini við politiskum dirvi og áræði til at gera neyðugar tillagingar og nýskipanir.
Ruth Vang