Framsókn heldur árliga landsfund floksins á Parnass, í Hotel Hafnia, leygardagin 4. mai kl. 13:00. Evnið fyri ársins landsfund er suðuroyarleiðin.
Fundurin verður sum vant í tveimum pørtum: Fyrri parturin er opin fyri almenninginum og hin seinni, er bert fyri limir floksins.
Almenni parturin byrjar kl. 13:00, tá Ruth Vang, forkvinna, greiðir frá um farna árið.
Síðan koma tveir gestarøðarar at leggja fram um suðuroyarleiðina:
Klæmint Eliasen, byggileiðari í Eystur- og Sandoyartunlar.
Árni H. Ellefsen, fyrrverandi bankastjóri og statsautoriseraður grannskoðari.
Teir báði fara at tosa um váðar, metingar, ger av tunli, fígging og árin á búskapin.
Eftir framløgurnar verður ein steðgur og síðan verður farið undir formliga ársfundin, ið er fyri limir. Tað ber tó væl til at tekna seg um lim í Framsókn á fundinum.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Poul Clementsen, floksskrivara, á tlf. 21 03 24
Poul ClementsenFramsókn tekur suðuroyarleiðina upp til viðgerðar á landsfundinum
Skulu onnur taka okkum í álvara, mugu vit taka okkum sjálvi í álvara
Jólaheilan úr Tórshavnar Býráð
Fíggjarlógin fyri 2024 samtykt
Nú kunnu rúsdrekkaframleiðarar umsíðir selja sína egnu framleiðslu til virkisvitjandi.
Ársfundur var hildin leygardagin 22. apríl
Árni M. Dam tikið sæti á tingi
Súsanna Olsen tikið sæti í Tórshavnar býráð fyri Ruth Vang
Nýggj samgonga skipað við tveimum landsstýrisfólkum og trimum tinglimum fyri Framsókn