Nakrir hendingaríkir dagar farnir aftur um bak. Norðurlandaráðið hevur havt temasessión í Føroyum, og eg havi m.a. havt heiðurin at víst norðurlendska samstarvsráðharran úr Svøríki runt í Føroyum. Vit hava eisini havt nakrir gevandi fundir.
Eftir innslagið í Degi og viku mánakvøldið elvdi hon til nógv kjak. Bæði um okkara støðu í norðurlendska samstarvinum, men eisini um okkara ríkisrættarligu støðu.
Tað er ongin loyna, at Norðanlond hava ymiskar meiningar um, hvørt Føroyar, Grønland og Áland skulu kunna luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við sjálvstøðugu tjóðirnar. Hetta eru vit væl tilvitaði um, og kemur ikki óvart á.
Men tað skert ikki burtur, at tað hevur tikið alt ov langa tíð hjá okkum at funni fram til eina loysn. Føroyski parturin liggur tó ikki eftir, tí vit hava víst í verki, at vit vilja hetta samstarvið. Tað er sjálvandi eisini ein fortreyt, at norðurlendska samstarvið vil Føroyar. Annars verður tað trupult at finna eitt gott stev.
Men um tað nú skuldi gingið so væl, at mann fekk sannført øll norðanlondini um, at tað var skilagott við føroyskum limaskapi, so standa vit enn við einari grundleggjandi forðing.
Tað er okkara samband við Danmark.
Tá ið vit sendu inn umsókn um limaskap í 2016, var aftursvarið, at vit máttu avgreiða okkara viðurskifti við Danmark, áðrenn mann kundi fara víðari við málinum. Tí verandi heimastýrisskipan loyvir okkum heilt einfalt ikki limaskap.
Landsstýri fyri, og annað eftir, hevur vilja víðkað um okkara uttanríkispolitisku heimildir. Tað eru vit eftirhondini øll samd um, at vit skulu. Tað er í grundini har, størsta forðingin liggur. Men tað gongur seint. Alt ov seint.
Og hóast vit hoyra útmeldingar úr Danmark um fullan stuðul um limaskap í altjóða felagsskapum og møguliga nýskipan av sambandinum landanna millum, so er onki ítøkiligt komið á borðið. Og mann hevur at síggja til ikki vilja gingið okkara ynskjum á møti higartil.
Men tað kann heldur ikki passa, at vit bara skulu bíða, krossa fingrar og vóna at danska stjórnin kemur við einum uppskoti til loysn. Tá hevur mann ikki skilt álvaran.
Í síðsta enda hava vit sjálvi skyldina av, at vit ikki hava megnað at komið nakran veg í sambandinum millum Føroyar og Danmark, hvørjum Føroyskum uttanríkispolitikki viðvíkur, tí vit halda at mann fær størri sjálvræði, við at spyrja pent. Soleiðis riggar tað ikki. Og nú eru vit komin at mørkum.
Nú má man stilla tað sum treytaleyst minstakrav, um samstarv okkara skal vera lív lagað.
Eg fari sum norðurlendskur samstarvsráðharri at gera alt fyri, at sjálvstøðugur limaskapur í norðurlandaráðnum verður veruleiki. Men samstarvsráðharrin kann undir fyriliggjandi umstøðum bara gera so nógv.
Tí tað er í veruleikanum ikki fyrr enn vit hava havt eina grundleggjandi uppgerð við okkara ríkisrættaligu støðu, at vit koma víðari. Soleiðis er tað bara. Summi hava vitað av hesum leingi, meðan onnur hava ásannað beiska veruleikan nakað seinni, og tað er eisini í lagið.
Og tað verður ikki fyrr enn vit taka okkum sjálvi í álvara, at mann kann gera seg uppibornan til at onnur – tað verið seg norðanlond ella altjóða samfelagið – gera tað sama.