Eg eri føddur í 1961. Tók skiparaprógv á Sjómansskúlanum í 1981 og Hægri Handilsskúla á Kambdsali í 1992.
Havi siglt sum stýrimaður og skipari í uml. 9 ár, havi veri reiðari, virkiseigari og handilsmaður í 10 ár. Afturat tí havi eg millum annað verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafirði Pelagic, Framtaksgrunninum, Net og Útnorðurgrunninum. Eg var í Sunda Kommunu í 16 ár, eisini sum borgarstjóri og varaborgarstjóri.
Mín stóri áhugi er og hevur altíð verið fiskivinna og samfelagsviðurskifti sum heild. Havi annars Bridge, talv og lesnað sum frítíðarvirksemi.
Eg vil arbeiða fyri:
– At vit fáa ein sjálvberandi búskap, sum er breitt og væl kjølfestur í samfelagnum
– At fáa skynsemi aftur í fiskivinnuna
– At fáa bústaðartrotið burtur
– At framtíðartryggja okkara vælferð
– At gera tálmandi átøk, soleiðis at prísvøksturin ikki rekur fólk frá húsi og heimi
– At betra um møguleikarnar hjá teimum, ið bera brek
– At fáa vinnuligt fjølbroytni á breddan
– At Ferðavinna og umhvørvi skulu ganga hond í hond
– At vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk
– At vit fáa fleiri grønar loysnir
Árni M. Dam, valevni fyri Framsókn