Hetta hava Fólkaflokkurin og Sambandið messað upp í saman seinastu árini.
Men hvat verður sipað til, tá ið tosa verður um “tryggar karmar” í fiskivinnuni? og hvør hevur fingið hesar tryggu karmarnar at virka undir?
Halda Fólkaflokkurin og Sambandið, at heimaflotin hevur tryggar karmar at virka undir?
ICES mælir so til, at vit gevast heilt at fiska tosk, og at upsafiskiskapurin skal skerjast munandi.
Um Fólkaflokkurin og Sambandið veruliga halda, at heimaflotin hevur fingið tryggar karmar at virka undir, so undirstrikar tað bert, at hesir flokkar einki hava skilt og at ein nýggj samgonga fær eina stóra uppgávu, at skipa soleiðis fyri, at øll vinnan kann virka innan ”tryggar karmar”.
Hesa uppgávu ætlar Framsókn sær at verða við at loysa.
Árni M. Dam, valevni fyri Framsókn