Mynd: KvF
Forfólkarøða á flaggdegnum 2026
Góðu fundarfólk, góði landsfundur
3 ár og 3 mánaðir bleiv tað til hjá okkum 3 flokkum við landsins leiðslu, eitt valskeið, har vit høvdu 3 tingfólk. Vit eru loyst av. Landsins leiðsla er sett av nýggjum.
Vit eru ikki við hesuferð. Hóast vit høvdu eitt gott innleiðandi prát við núsitandi løgmann og løgmansflokkin, so komu vit ongantíð til veruligar samgongusamráðingar.
Í Føroyum – um ikki altíð í londunum rundan um okkum – er málið hjá øllum politiskum flokkum at koma í stjórn og tað er ongin loyna, at vit vóru spent uppá at sleppa upp í part. Men soleiðis bleiv ikki.
Vit eru farin inn í eitt nýtt kapittul í søgu Framsókns og tað skal ikki fara til spillis – eg komi aftur til tað.
Tað kann sigast nokkso nógv um farna valskeið. Tað var rokaligt til tíðir og sum onkur segði, so kundi listarliga framberingin verið betri.
Eitt er at vit sjálvi halda tað, men tað er vert at leggja til merkis, at flest allir politisku viðmerkjarar vóru samdir í, at vit í undanfarnu samgongu dugdu illa at selja okkara politisku avrik.
Tí vit fingu nógv av skafti og eg fari at nevna bara nakað av tí, eg meti hava stóran týdning.
Skattalætti
Ein skattlætta á tilsamans 200 mio kr til lág- og miðallønt.
Tey sum fingu mest, fingu meira enn 13.000 kr í lætta um árið og eitt miðal húsarhald við tveimum inntøkum, har ein forvinnur 300.000 kr og hin 500.000, fekk ein lætta uppá 1.450 kr um mánaðin.
Framsókn hevur verið í tveimum samgongum og hevur framt tveir stórar skattalættar. Tað er ein góð meginregla at halda seg til – ein samgonga við Framsókn er ein samgonga við skattalætta.
Tað eru annars ikki framdir aðrar skattalættar enn hesir báðir, síðan flatskattin og forskattingina av pensjónum í 2012.
Umframt at lætta um hjá húsarhaldunum, so var málið við skattalættanum eisini at økja um arbeiðsútboðið, at skumpa undir hugin at arbeiða, m.a. í teimum geirum, har stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Vit vita, at á umsorganarøkinum arbeiðir stórur partur av starvsfólkunum niðursetta tíð.
Kanningar úr DK vísa at serliga kvinnur arbeiða meiri, tá lønarskatturin lækkar. Og tøl úr FMR geva okkum eisini ábendingar um júst tað, at miðalarbeiðstíðin hjá starvsfóki á umsorganarøkinum er farin upp.
Samanrenningin av stórum lønarhækkingum og lægri skatti hevur gjørt stóran mun, tí løntakarin ikki í sama mun upplivir, at lønarhækkingin verður etin upp av skatti.
Hægri barnafrádráttur
Vit fingu semju í samgonguni um at ein partur av tí upphædd, sum annars var sett av til at strika mvg á gerandisvørum, í staðin skuldi nýtast til at hækka barnafrádráttin. Tað er meðan tú hevur børn, at tú ert mest sperdur fíggjarliga og fyri haldførið hevur tað stóran týdning, at tað er lokkandi fyri ungu familjurnar at búgva í Føroyum.
Hægri barsilsútgjald
Vit hava leingi arbeitt fyri at hækka barsilsútgjaldið, eisini tá vit sótu í andstøðu og nú eydnaðist tað.
Hægsta útgjaldið er nú knappar 32 túsund krónur, umframt pensjón og tað verður javnað árliga.
Enn er tað soleiðis, at kvinnur taka størsta partin av barsilstíðini og tað hevur avgerandi týdning, at vit skapa føroysku kvinnunum bestu fortreytir. Tað er í sambandi við barnsburð, at inntøkan hjá kvinnum dragnar sammett við inntøkuna hjá monnum. Tí bøta vit, við hægri barsilsútgjaldi, fíggjarligu korini hjá kvinnum í gjøgnum alt lívið. Havast skal eisini í huga, at føroyskar kvinnur fáa lutfalsliga nógv børn.
Hetta er harumframt eitt stig á javnstøðuleið, tí eitt lágt barsilsútgjald er viðvirkandi til, at familjan velur at mamman, sum oftast hevur lægri inntøkuna, skal fara í barsil, heldur enn pápin.
Tað er gleðiligt, at nýggja samgongan ætlar at hækka útgjaldið enn meiri og tað eru pengar tøkir í barsilsgrunninum til eina munandi hækking.
Hægri lestrarstuðul
Føroyski lestrarstuðulin er nú kappingarførur við danska SU, sum sigst vera hægstur í heiminum. Tað hevur týdning.
Vit skulu gera tað vit kunna, fyri at eggja ungum føroyingum at velja Føroyar. Hendan útsøgnin ”At fáa føroyingar at velja Føroyar”, sum í veruleikanum átti at verið púra absurd, avdúkar tann veruleika vit stríðast við og ta kapping vit eru í, serliga við Danmark.
Sjálvandi skal ein partur av okkara ungu fara uttanlands: Vit fara eitt nú neyvan nakrantíð at hava allar viðkomandi og neyðugar útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, men málið er, at tað ongantíð eru fíggjarlig atlit sum gera, at tú útbúgvir teg uttanlands heldur enn í Føroyum.
Herí liggur ein stór ábyrgd á okkum og ein kappingarførur lestrarstuðul er ein týðandi varði á leiðini.
Gongd í haga
Stríðið um gongd í haga fekk sín enda í eini breiðari semju millum samgonguna og Sambandsflokkinum. Eitt mál, sum hevði ligið óloyst alt ov leingi.
Hettar við breiðum semjum er eitt frambrot í sær sjálvum í føroyskum politikki. Tað var eisini í semju við Sambandsflokkin, at vit samtyktu nýggjan leist fyri tøkugjaldi. Tað verður spennandi at síggja, hvussu breiðu semjurnar koma at roynast, nú vit hava eitt nýtt politiskt landslag.
Fosturtøkumálið
Fosturtøkumálið er vónandi endaliga avgreitt. Tað hevur jú havt við sær nógv stríð innanhýsis hjá okkum og eg haldi meg kunna siga, at tað hevur lagt seg, men tað hevur havt sín prís.
Tað kemur heilt víst eitt uppskot frá Miðflokkinum, men floksleiðslurnar annars, sýnast ikki at hava hug at taka málið uppaftur. Heldur ikki í teimum flokkum, har meiriluti var ímóti lógini.
Lønarmál
Sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum umsat eg lønarmál.
Lønarlyftið
Vit góvu teimum lægst løntu á umsorganarøkinum eitt lønarlyft. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva av givnum orsøkum og tað var heldur ikki ein ætlan sprottin í Framsókn. Men eg eri við tíðini vorðin sannførd um, at tað var rætt at gera. Vit hava átroðkandi tørv á arbeiðsmegi á hesum økjum og tað er trupult við vanligum lønarsamráðingum, at stilla lønina svarandi til tørvin.
Tilbúgving undir verkfalli
Eitt stórt frambrot á økinum, eru tær semjur, landsstýrið hevur gjørt við fakfeløg um tilbúgving undir verkfalli. Enn er bara talan um nøkur fá feløg, men vónandi er hetta bara byrjanin. Eg seti mítt álit á, at núsitandi landsstýrismaður heldur á at arbeiða fyri fleiri líknandi avtalum.
Felags lønarkarmur
Tey seinastu nógvu nógvu árini hevur verið tosað um at fáa skipað lønarsamráðingar øðrvísi. Í sambandi við verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, fekk eg eitt skriv handað um júst hetta frá fakfeløgunum. Hetta var onki nýtt. Tað liggja úti í Tinganesi 30 ára gomul líknandi skriv, so mín niðurstøða var, at tíðin mundi vera búgvin at fara til verka.
Tað eydnaðist at fáa eina avtalu við 12 feløg, svarandi til 46% av teimum, ið landið hevur sáttmálar við.
Eisini her, er hetta byrjanin, men eg eri sannførd um, at tað ber til við tíðini at víðka um hópin, sum er við í avtaluni, soleiðis at vit fáa skipað samráðingarnar betri til gagns fyri allan arbeiðsmarknaðin og sambært ynski frá øllum pørtum.
Okkurt lá eftir, tá samgongan legði kongin og tað harmist eg sjálvandi um, men so mikið meiri fegnist eg um, at nýggja samgongan hevur tikið tað við í samgonguskjalið.
Javning av skattastiganum
Í Føroyum javna vit ikki skattastigan. Skattastigin hjá okkum liggur fastur inntil vit politiskt broyta hann, vanliga í sambandi við ein skattalætta.
Sum kunnugt so hækkar inntøkan hjá okkum alla tíðina og tað merkir, at við tíðini vera vit harðari skattað. Tey lágløntu verða skattað sum ætlað teimum miðalløntu og tey miðalløntu flyta seg uppeftir á skattastignum til tey hægri løntu. Soleiðis rinda vit meiri og meiri í skatti fyri hvørt ár.
Í flest øllum øðrum londum, sum vit sammeta okkum við, verður skattastigin javnaður svarandi til lønarvøksturin. Soleiðis at láglønt framhaldandi verða skattað sum láglønt og miðallønt sum miðallønt og so víðari.
Tað liggur eitt uppskot klárt, sum hevur verið úti í hoyring og eg gleði meg til at viðgera tað í tinginum, vónandi sum skjótast.
Fíggjarpolitiskt regluverk
Og so ikki at gloyma fíggjarpolitiska regluverkið. Tað bleiv ein drúgvur burður, men tað hevur størri týdning, at tað verður samtykt, enn nær. At tað nú verður forankrað í tveimum fylgjandi samgongum, ger tað ikki verri, tvørturímóti.
Val útskrivað
Tað eru í dag júst tveir mánaðir, síðani táverandi løgmaður Aksel v. Johannesen skrivaði út nýval.
Í tí náttúrliga bakklókskapi hesir mánaðirnir geva, so kann hugleiðast hendan og handan vegin, um hví tað nú gekk, sum tað gjørdi. Tað skulu vit eisini – og tó at vit hyggja frameftir, so vildi tað verið tápuligt, ikki at lært og tikið royndirnar við okkum á ferðini víðari.
Tað var nógv trýst á samgonguni hasar dagarnar. Vit høvdu okkara leiklut og tulkingingar av smálutunum í tí, sum fór fram, eru ymiskar, men fyri meg hevur tað týdning at tit vita, at avtalan, vit høvdu í samgonguni var:
- At fyrireiking av SUTU skuldi samtykkjast
- At Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson ikki atkvøddu fyri tunnlinum – eftirsum tað vóru ivaleysa nógvar atkvøður í tinginum fyri
- At øll okkara 3 tingfólk atkvøddu ímóti alternativu linjuføringini – hóast í stríð við teirra egnu sannføring – tí her var vandi fyri at hon varð samtykt og tað hevði stóran týdning fyri løgmann, at tað ikki hendi.
- At hækking av pensjónsaldrinum skuldi samtykkjast
Í øllum hesum lutum hildu vit okkara part av avtaluni.
Eg veit at tað er ikki neyðugt at siga, tit vita tað, men eg haldi tað er so syrgiligt, at vit ikki megnaðu hesa einu nýskipanina. Hetta eina stigið á haldføriskósini, áðrenn man setti hol á hesa risa stóru verkætlanina. Nýskipanir eru ein fortreyt fyri at vit varðveita okkara vælferðarsamfelag á verandi stigi – eisini uttan Suðuroyartunnilin.
Vit sum minnast 80’ini og 90’ini verða við hesum mint á tað politiska ábyrgdarloysi, sum valdaði tá.
Valstríðið og valúrslitið
At vera kastað út í eitt valstríð so brádliga og óvæntað, var ein uppliving í sær sjálvari og neyvan bara fyri okkum í Framsókn. At so nógv floksforfólk hildu tað vera neyðugt alment at fráboða, at tey vóru klár, var kanska greiðasta ábending um, at ongin var klárur. Men eftir at vera tikin so dyggiliga á bóli, haldi eg, vit fótaðu okkum rættiliga skjótt og hóast stutta skotbráið, stillaðu upp 14 dugnalig, eldhugað og sera virkin valevni.
Nú í vikuni høvdu vit ein eftirmetingarfund saman við valevnunum. Tað er gevandi fyri okkum í floksleiðsluni at hoyra hvussu valevnini hava upplivað valdystin og vit taka royndirnar til eftirtektar til komandi val.
Fyri mítt viðkomandi má eg siga, at tað hevur verið ein fragd, at kempað saman við hópinum og eg eri errin av, at vera á liði við tykkum.
Hóast úrtøkan í atkvøðum er ymisk, so hava tit øll, uttan undantak, staðið tykkum væl til valtiltøk í miðlum og kring landið. Hóast eina strævna skrá, við valfundum við stuttari freist, var tað ikki einaferð, at eg hugsaði, at hetta miseydnaðist. Tvørturímóti. Og tað minnist eg meg ikki at hava upplivað fyrr.
Úrslitið á 6,6 % sum gav tveir tingsessir var eitt vet betur enn væntað, sæð í ljósinum av teimum veljarakanningum, sum vóru undan valinum. At sita við ábyrgd og at taka ábyrgd, kostar sum kunnugt og sæð í tí ljósinum, var hetta so avgjørt eitt nøktandi úrslit.
At sita tungt á kassanum og samtstundis hava hall, sleit uppá okkum øll í samgonguni. Tað var ikki lætt, men tað var rætt. Hallið hevði ein agandi virknað og vit hava ikki, síðani vit fingu játtanarkarmarnar, hildið okkum so bindandi til teir, sum hetta valskeiði. Vit fingu so eitt avlop í 2025 og spádómurin um milliardahallið, helt jú als ikki.
Vit síggja at inntøkurnar fara uppeftir nú, men tað ringasta sum kann henda, er at man aftur slakar uppá fíggjarstýringina og fer aftur til at stýra eftir inntøkunum.
Frameftir
At síggja til, hava vit lagt blokkpolitikkin aftur um okkum og tað er við blandaðum kenslum.
Vit hava síðani flokkurin varð stovnaður verið í sokallaðum blokki, saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi – skiftivís í andstøðu og í samgongu og tað hevur verið eitt gott og gevandi samstarv fyri Føroya Land. Tað er tó ongin loyna, at vit hava ynskt at roynt okkum í nýggjum politiskum samansetingum. Tit minnast, at vit gjørdu eina roynd til samgongusamráðingarnar í 2022.
Tað gevur meining at blanda kortini av nýggjum – tó at vit ætlaðu okkum at gerast partur av kabaluni.
Samgongan og okkara nýggi leiklutur í andstøðu
Sum flokkur fara vit sostatt inn í eitt nýtt kapittul – við góðum og ringum. Vit hava fingið eina samgongu, hvørs løgmaður hevur fráboðað, at blokk politikkur er farin í søguna og vit hava samtíðis fingið eina breiða samgongu.
Tá vit hesi árini hava tosa um nýskipanir, er sagt – av røttum – at tað er trupult at fremja nýskipanir í eini smalari samgongu.
Vit hava fleiri dømi úr nýggjari tíð. Fara vit aftur til fyrru CEF-samgonguna, so løgdu vit nógva orku í at fremja bæði pensjónsnýskipan og fiskivinnunýskipan og báðar nýskipanirnar, vóru í stóran mun rullaðar aftur.
Vit mugu viðurkenna, at tað er, alt annað líka, munandi betri at gera nýskipanir, við so breiðum festi sum gjørligt, so sannlíkindini fyri, at tær vera rullaðar aftur, eru sum minst.
Júst tí kunnu vit samtíðis staðfesta, at hendan samgongan, í so máta, hevur bestu fortreytir fyri at fremja nýskipanirnar, sum vit hava forsømt alt ov leingi. Tað pliktar.
Tað pliktar eisini okkum sum andstøða, at vera viðspælari, at vísa ábyrgd og at vera konstruktiv, tá nýskipanirnar koma fyri í Løgtinginum. Ein møguleiki er eisini, at vit í Framsókn gera okkara egna uppskot til ein nýskipanarpakka.
Vit hava sum kunnugt fingið nevndarsessir í fíggjarnevnd, mentanarnevnd og uttanlandsnevnd, umframt í útnorðurráðnum. Hetta eru sessir, sum geva góðar møguleikar at varpa ljós á framsóknan politikk. Sessurin í uttanlandsnevndini gevur harumframt eitt neyðugt innlit í bæði okkara viðurskifti við Danmark, umframt heimsstøðuna, sum tykist alt ótryggari og krevur politiskan ans, á heilt øðrum stigi.
Eg velji at trúgva, at samgongan ætlar sær at taka tey neyðugu tøkini fram á leið ímóti haldføri, tó at hvørki samgonguskjalið, ei heldur hetta fyrsta útspælið frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, at geva øllum bensin og dieselkoyrandi føroyingum ein fyribils mvg-lætta, so avgjørt ikki lukta av haldførishuga.
Tað tykist tó tíbetur at vera semja um, at tað serliga eru treytirnar hjá unga ættarliðnum, vit eiga at geva politiskan ans og raðfesting. Hugsjónarliga hava vit ymisk boð, men øll vilja vit tað besta fyri okkara ungu. At tað skal vera liviligt hjá teimum í Føroyum. Tað er ein fortreyt fyri framtíðini hjá okkum øllum og her er bústaðaravbjóðingin eitt høvuðsmál at loysa.
Vit hava hoyrt týðiliga fráboðan um ætlanir á útlendingaøkinum. Tað verður áhugavert, hvussu ítøkiligi politikkurin kemur at síggja út í verki.
Hetta við átrúnaði og trúarfrælsi eigur í útgangstøðinum, at vera ein einfaldur spurningur fyri ein liberalan flokk. Men royndirnar í londunum rundanum okkum, har avleiðingar av stórari tilflyting úr londum hvørs mentanarlig virði, liggja langt frá okkara, bjóða okkum av. Tað er greitt, at her krevst varsemi.
Orkumál fylti nógv eitt tíðarskeið í farnu samgongu og tað hevur tikið seg uppaftur nú. Nógv snýr seg um leiklutin hjá SEV og málið má vera, at finna javnvágina millum styrkina í samhaldsfasta felagsskapinum og framtaksseminum hjá øðrum aktørum.
Tjóðarsemjan sum hugtak er strikað í samgonguskjalinum. Tað er í sær sjálvum syndarligt. Eina løtu var ein troyst í, at ætlanin og hugsjónin í tjóðarsemjuni stóð við, men at heitið var strikað við atliti til Sambandsflokkin. Fráboðanir frá formanninum í Sambandsflokkinum í donskum miðli, ber ikki tann rætta vegin. Enn krøkja vit okkara vón í, at tað er løgmaður og ikki landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum varðar av viðurskiftunum við Danmark. Fatanin hjá fólki flest er, at løgmaður hevur hjartað fyri Føroyum, sum sjálvstøðugari tjóð, fer at halda.
Tað kennist tungt at fara í andstøðu, eisini fyri okkum sum flokk, tí vit fara frá at vera 4 fólk – fyri tað mesta vóru vit 5 – niður í 2, sum vera beinleiðis virkin í landspolitikki. Eg fari at takka tykkum báðum, sum ikki náddu tinggáttina hesuferð, Karlot og Árna, umframt Hannu, sum ikki stillaði upp. Takk fyri tykkara stóra arbeiði, fyri tykkara stríð, fyri ikki bara okkara flokki, men fyri okkara landi og okkara framtíð. Eg fari ikki at sleppa tykkum uttan víðari og eg vóni, at vit sum flokkur og land, framhaldandi fara at fáa ágóðan av tykkara serstaka íkasti.
Hinvegin gevur tað at vera í andstøðu, eisini møguleikar og vit í nevndini eru samd um, at teir skulu vit brúka.
Fólkatingsvalið
Tað var ein løtt avgerð at taka, ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Tá vit áður hava stillað upp til fólkatingsval, hevur tað ikki verið, tí vit síggja tað stóra politiska endamálið í føroyskari umboðan á Fólkatingi. Hetta er vorðið alt meiri týðiligt seinnu árini. Tað hevur fyrst og fremst verið, tí vit annars missa ein politiskan pall her í Føroyum. Av tí at fólkatingsvalini hesi árini hava ligið so tætt uppat løgtingsvalunum, hava vit hildið, at tað er óheppið, ikki at vera við í einum politiskum valdysti. Hesi valstríð kunnu snúgva seg um alt møguligt, júst tí innihaldið í fólkatingssessunum er so avmarkað. Tá valini nú fullu saman og vit av tí sama, fingu ein og sama valdyst, var avgerðin so at siga givin.
Framsókn 15 ár
Framsókn fylti 15 ár tann 12. apríl í ár. Hetta hava verið hendingarík ár, bæði her heima og úti í heimi. Føroyar hava flutt seg og heimurin flytir seg. Avbjóðingar eru loystar og nýggjar vísa seg.
Nýggjar avbjóðingar krevja eisini framsóknar loysnir.
Flokkurin frameftir og politisk mál
Okkara liberalu virði hava víst sítt haldføri hesi 15 árini. Tað er við støði í teimum, vit fara undir eitt innanhýsis arbeiði í næstum, har málið er ein dagførd politisk skrá, grundað í dagsins politisku avbjóðingum.
Eg fari at taka tvey dømi. Tað rørdi meg, tá KVF herfyri vísti heimildarfilm um hesa ungu familjuna, flutt heimaftur úr útlondum. Bæði tvey væl útbúgvin. Tvær góðar inntøkur. Tey stríddist fyri at spara upp til at keypa sær ein bústað og í takt við at uppsparingin vaks, hækkaði húsaprísurin enn meiri.
Hetta parið gjørdist mær ímyndin av syrgiligu bústaðaravbjóðingini og ikki minst vavið av avbjóðingini; at ein ung familja – júst tí tey vóru so væl fyri á allan hátt,- ikki megnaði at fáa føtur undir egið borð.
Í Framsókn trúgva vit uppá persónliga frælsið, persónligu ábyrgdina, marknaðin – útboð og eftirspurning. Hvar í skipanini eru brekini og hvussu rætta vit tey?
Okkurt vita vit, okkurt gita vit, men gera vit tað rætta ella gera vit bara okkurt, óvitandi um tað vit gera, ger tað verri. Tí er tað nakað, sum tú sum politikari verður revsaður fyri, so er tað onki at gera.
Tað er farið at prutla undir lokinum á javnstøðugrýtuni á plátuni høgrumegin. Kvinnurøddir á høgra veinginum lata sær ikki longur lynda, at javnstøða bert er ein vøkur orðing.
Tó at kvinnurnar í samgonguflokkum sýnast at funnið seg til rættis við teimum sessum, teimum eru falnar í lut, so hevur málið ikki lagt seg millum fólk og á sosialum miðlum.
Borgarligir røddir, kanska serliga menn, royna at fáa fólk at sissast, at gevast, at tiga í einum máli, tey sjálvi settu hol á í eini samgonguskjali.
Og ja, tað gera føroyskar kvinnur. Sissast og tiga. Og pakka saman. Okkum manglar 2400 kvinnur í Føroyum. Kvinnur sum flyta av landinum og ikki flyta heimaftur. Vit kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at tað man vera eitt sindur stuttligari at vera maður enn kvinna í Føroyum.
Meðan grýtan vinstrumegin hevur kókað leingi – og spyrt tú okkara politiskt skyldu, føroysku Sólbjørg Jacobsen, sum umboðar Liberal Alliancu á Fólkatingi, so vildi hon helst sagt,at grýtan hevur kókað ivaleysa leingi. Sólbjørg brúkar hugtakið ”tað ljósareyða patriarkatið”, um hugsjónina, har kvinnurnar støðugt verða mettar eftir mannligum fyrimyndum í eini misskiltari javnstøðutulking.
Framsókn hevur gingið á odda í javnstøðu í verki. Bæði tá tað kemur til uppstilling, nevndarsessir og landsstýrissessir og tað hevur í veruleikanum ikki verið serliga trupult. Tvørturímóti hava vit brúkt lítla orku uppá tað. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit hava verið skeptisk, tá tað kemur til at lóggeva javnstøðu.
Vit hava ta meginreglu, at politiskt skal man rudda burtur allar lógarforðingar fyri javnstøðu, soleiðis at kvinnur og menn hava somu valmøguleikar, men valið sjálvt eigur kvinnan. Eg haldi heldur ikki, at tað er her, trupulleikin liggur. Tað er hugburðurin í føroyska samfelagnum, sum má broytast, m.a. í teimum meiri konservativu flokkunum og her kunnu og skulu vit ávirka. Føroyar skal vera eitt land, har kvinnur trívast og mennast.
Hesi vóru bara tvey dømi um avbjóðingar, har vit skulu arbeiða við liberalum, framsøknum loysnum. Eg kundi tikið fleiri onnur viðurskifti fram; fiskivinnan, sum næstan ikki varð nevnd í valstríðnum – og orsøkin er ikki, at vit hava funnið endaligar politiskar loysnir. Vinnupolitikkur í breiðari merking, er eisini eitt økið, har vit skulu skerpað okkara politikk.
Umframt politiska menning, so eru vit í nevndini samd um, at vit skulu skipa flokkin øðrvísi. Júst hvussu er ov tíðliga at siga, men eg eri spent uppá tað, tí tað er tiltrongt. Limir floksins, sum hava hug og møguleika, eiga ein náttúrligan leiklut í tí arbeiðinum.
Eg havi hesi árini, vit hava sitið í samgongu, verið tilvitað um, at vit kundu røkt betur og latið okkara politiska bakland tikið meira lut.
Limafundir vera oftari og regluligari og vit skulu eisini á annan hátt kunna limirnir leypandi. Tað skal sigast, at uppskot frá limunum til, hvussu vit sum heild kunnu skipa okkum betur eru vælkomin. Vit fara eisini seinni í ár at gera okkurt burturúr at flokkurin nú er 15 ár.
Nú vita vit av góðum grundum ikki, nær vit aftur fáa eitt løgtingsval. Tað sýnist at vera ein afturvendandi siðvenja hjá politiskum viðmerkjarum og øðrum, at leita eftir rivum í samstarvinum og spáa nýggjum samgongum stutta livitíð. Eg fari at halda meg frá tí. Tað liggur tó fast, at tað verður kommunuval um hálvt triðja ár og tað er ikki ov tíðliga at byrja fyrireikingina. Vit skulu sjálvandi vinna aftur sessin í Tórshavnar býráð. Vit fara samtíðis at arbeiða við uppstilling í øðrum kommunum. Eg gleði meg til tað arbeiði.
Framsókn er 15 ár og tað er í politiskum høpi ein góður aldur. Vit byrja at merkja røturnar festa seg undir okkum. Vit kunnu staðfesta, at framsókna hugsjónin fyri okkara landi, hon heldur og mátturin í Føroya fólki, gevur okkum treysti til at halda fram.
Takk fyri
Ruth Vang




