Hóast eina afturgongd á 0,9 %, fingu vit tvey fólk inn um tinggáttina. At fara frá trimum, niður í tvey tingfólk kennist svárt, men soleiðis eru treytirnar í demokratisku skipanini.
Ruth Vang forkvinna gjørdi eitt sera gott val, hóast hon hevur verið andglettinum, nær um alt farna valskeiðið. Bjarni K. Petersen helt skansan, við nær um sama atkvøðutalið.
Valstríðið var fyrimyndarligt og floksleiðslan takkar øllum, sum hava hjálpt til í tilgongdini.
Atkvøðurnar fullu soleiðis:
Listin 60
Ruth Vang 992
Bjarni K. Petersen 359
Beinta Løwe 249
Árni M. Dam 178
Karlot Hergeirsson 126
Marin Jakobsen 99
Jaspur Jacobsen 63
Christoffur G. Nielsen 57
Súsanna Olsen 44
Gunnvá Winther 34
Ró Samuelsen 17
Michael A. C. Johannesen 16
Esmar Joensen 13
Nena Jákupsdóttir 13





