Sjálvberandi búskapar- og fíggjarpolitikkur

Vit í Framsókn eru av teirri sannføring, at grundhugsjónin undir øllum virksemi í Føroyum verður grundað á haldføri. Vantandi lógarverk á fíggjarøkinum letur í alt ov stóran mun upp fyri møguleikanum at føra ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.

Aftur og aftur verða vit í frágreiðingum frá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við framløgu av játtanarkarmum og fíggjarlóg og frá Búskaparráðnum mint á haldførisavbjóðingina í føroyska búskapinum. Síggja vit burtur frá árunum 2016-2019, hava útreiðslurnar verið størri enn inntøkurnar líka síðani 2008.

Vit vita, at inntøkur landskassans sveiggja við konjunkturunum, meðan útreiðslurnar eru meira støðugar. Serliga tá val nærkast, síggja vit, at útreiðslurnar hava lyndi at vaksa ógvusliga, kanska tí tað er størri politiskur vinningur í átøkum, sum hava við sær útreiðslur heldur enn inntøkur.

Framsókn fer at leggja fram uppskot um lógarverk, sum ítøkiliga kann bøta um støðuna.

Vit hava vaksandi inflatión. Hon rakar hart og keypiorkan minkar. Tí verður neyðugt at hjálpa teimum, sum koma ringast fyri. Vit vilja gera okkara fyri at tálma inflatiónini.

Framsókn vil, at niðurlagingin av ríkisveitingini verður løgd í eina fasta legu.