Í Framsókn eru vit sannførd um, at fiskivinnan eins og vinnur flest hevur tað best undir marknaðartreytum. Í staðin fyri at politiska skipanin skal býta út veiðirættindi umframt at prísáseta rættindi, hevði ein vælvirkandi uppboðsøla loyst uppgávuna eftir marknaðartreytum.
So leingi veiðirættindini eru politiskt tillutað, skal meginparturin av tilfeingisrentuni takast inn í tilfeingisgjaldi. Tilfeingisgjaldið skal skunda undir, at vinnan er effektiv og burðardygg.
Útlendskur kapitalur skal burtur úr fiskivinnuni og bara føroyingar skulu kunna hava veiðirættindi.
Vinnan skal vera lívføðiliga burðardygg. Umsitingarætlanir, sum verða broyttar og tillagaðar eftir politiskum trýsti, eru virðisleysar og tæna ikki endamálinum.
Vit skulu altíð gáa væl um viðurskiftini í fiskivinnuni og alivinnuni sum høvuðsvinnur eins og um vinnuteyggjur kring tær. Somuleiðis hava tær samfelagsábyrgd í mun til útlutaða tilfeingið.