Umhvørvispolitikkurin hjá Framsókn byggir á ta grundreglu, at vit hava skyldu at taka upp eftir okkum. Vit skulu sum samfelag lata komandi ættarliðum náttúruna í minst líka góðum standi, sum hon varð latin okkum. Tað er okkara skylda, við virðing fyri okkum sjálvum og eftirkomarunum, at skapa bestu fortreytir fyri einum reinum umhvørvi.
Umhvørvismál vekja sterkar kenslur í fólki, tó leggja vit í Framsókn dent á, at orku- og umhvørvispolitikkur byggir á veruleikakenda vitan og gransking.
Grøna orkuskifti má henda skjótari enn nú, tí orkuveiting er bulurin er í samfelagskritiska undirstøðukervinum. Tað hevur avgerandi týdning, at ræðisrætturin er í Føroyum.
Føroyar skulu verða grønar og sjálvbjargnar
Vit eru sannførd um, at Føroyar kunnu verða sjálvbjargnar í orkuframleiðslu. Elframleiðslan á landi fer øll at verða grøn, og menningin innan tøkni gongur nú so mikið skjótt, at um bert fá ár stavar øll orka til upphiting og flutning, bæði á sjógvi og landi, frá grønari orku.
Framsókn vil tryggja, at samtykti orkupolitikkurin, við 26 ítøkiligum átøkum, verður settur í verk og ikki bara verður føgur orð.
Framsókn vil við skatta- og avgjaldspolitikki stuðla undir, at bæði hvør einstakur borgari og vinnulívið velja grønar loysnir.
Vit skulu sum skjótast seta í gildi eina náttúruverndarlóggávu.