Vit eru ein liberalur tjóðskaparflokkur
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum
teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.
Vit vilja gera Føroyar sjálvbjargnar.
Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin. Tí er føroyskt fullveldi eitt framtíðarmál hjá Framsókn.
Vit skulu sjálvi taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtil á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur.
Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika.