Útbúgving og onnur førleikamenning í hásæti
Vit í Framsókn halda, at eitt vællært og upplýst fólk er grundleggjandi fyri eitt nútíðarhóskandi samfelag. Lærdómur og vitan eru somuleiðis bulurin í allari samfelagsmenning. Tí skulu yrkisútbúgvingar og bókligar útbúgvingar raðfestast.
Fróðskaparsetrið skal hava eitt nýmótans kampusøki, og fleiri viðkomandi útbúgvingar skulu setast á stovn. Umstøðurnar hjá lesandi og lærlingum skulu betrast og skulu vera kappingarførar mótvegis okkara grannalondum.
Lívlong læra skal vera sjálvsagdur partur av føroyska útbúgvingarpolitikkinum. Býtið við tímum og lærugreinum eins og floksstødd í Fólkaskúlanum má t.d. endurskoðast, og føroyskt undirvísingartilfar skal raðfestast á øllum stigum. Eitt serligt fokus má setast á føroyskt sum annaðmál.