Vinnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg og fjølbroytt.

Vit í Framsókn síggja stórar møguleikar í m.a. KT-vinnu, filmsvinnu og maritimum vinnum. Hesar eiga at fáa bestu karmar at vaksa seg enn størri.

Vinnan hevur stóran tørv á arbeiðsmegi. Tí skal tað framhaldandi vera lætt at fáa arbeiðsmegi úr útlondum. Eisini mugu almennar skipanir, sum eru við til at skeikla arbeiðsmarknaðin, endurskoðast.

 

Ferðavinna og umhvørvi hond í hond

Vantandi karmar kring vinnuna hava givið avbjóðingar, sum hava ligið óloystar alt ov leingi.

Framsókn vil, at ferðavinnan skal hava fastar karmar. Javnvág skal finnast ímillum atlit til fólk, fæ, landbúnað, náttúru og upplivingar hjá ferðafólki. Soleiðis fáa vit eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við, kring allar Føroyar, alt árið.

Vit føroyingar skulu hava atgongd til okkara náttúru, men tað er eyðsæð, at øll kunnu ikki ganga allastaðni, allatíðina. Har vinnuligt virksemi fer fram í føroysku hagunum, skal tryggjast, at vinnuligi ágóðin eisini kemur festarum/jarðareigarum til góðar.

Ferðavinnan krevur íløgur um alt landið, bæði við atliti til samferðslu og náttúruvernd. Neyðugu íløgurnar skulu fíggjast av einum ferðavinnugjaldi/umhvørvisgjaldi, sum skal koma lokaløkjum til góðar.

Vit skulu sum skjótast seta í gildi eina náttúruverndarlóggávu.