Ja, tú las rætt. Tínir pengar. Hvussu skulu teir brúkast? Hvar skulu teir brúkast og nær? Tað veit tú best. Tí tað er tú, ja tú, sum skal gjalda fyri gildið.
Vit skulu sjálvandi fyrst seta okkurt av til vælferð. Tað er eitt gott hugskot at hjálpa fólki, tá ið tey gerast sjúk ella koma illa fyri.
Sum tað næsta skulu vit tryggja, at allir føroyingar hava atgongd til útbúgving. Fólkaskúla, miðnám, yrkisútbúgving og hægri lesnað. Soleiðis geva vit fólki møguleika til á jøvnum føti at nema sær kunnleika.
Sjálvandi eru tað ikki øll, sum liva undir somu fortreytum, og sum ikki bara kunnu velja og vraka. Vit fáa øll avbjóðingar í lívinum, sum vit hvør sær skulu loysa. Her kemur Almannaverkið inn. Góða tænastu til teirra, sum detta niður ímillum.
Hesar basalu skipanirnar skulu bara rigga. Og ja, vit gera risa íløgur í tær, tí tað er neyðugt. Men hvat fara hesir pengarnir í veruleikanum til? Eg veit ikki.
Pengarnir fara sjálvandi til logistikk, lønir og amboð til at veita tær generellu vælferðartænasturnar. Men hvussu stórur brotpartur av játtanunum fer til at samskipa alt hetta? Hvussu stórur partur av hesum fer til samskipan, bókhald, rakstur, arkivering, løgfrøði, grannskoðan og skrivstovuarbeiði? Tað veit eg heldur ikki. Sjálvandi skulu okkara vælferðarskipanir vera væl samansettar, men hevur tú ikki hug til at vita, akkurát hvar tínar krónur fara?
Vit skulu hava skipanir við gjøgnumskygni, so at hvør borgari kann síggja, hvar teirra skattapengar fara. Teir skulu verða brúktir rætt, og teir skulu umsitast við virðing. Tað eru tykkara pengar!
Eg eri bara ein ungur maður uttan útbúgving ella tær harðastu royndirnar. Men eg havi virðing fyri pengum. Helst teimum hjá øðrum fólki.
Vel gjørnumskygni
Vel Framsókn
X við Jógvan Woxnæs