Tað besta tilfeingið, sum vit hava her heima, eru føroyingarnir. Tað eru teir, sum hava bygt hetta landið, og tað eru vit, sum skulu hjúkla um tað nú og í allar ævir. Vit hava eina skyldu mótvegis okkara eftirkomarum at skapa tað besta samfelagið fyri okkum og fyri tey.
Tá vit so skulu framtíðartryggja samfelagið, má ungdómurin takast við uppá ráð. Tað eru vit, sum nú og í framtíðini skulu velja okkum lívsyrki og nema okkum útbúgving. Tí mugu vit hava ungdómin við, tá avgerðir skulu takast. Fyri at vit skulu velja Føroyar, mugu vit hava eina aktiu í føroyska samfelagnum.
– Setrið skal mennast, so at tað verður lættari at velja sær útbúgving í Føroyum fram um onnur norðanlond
– Vinnan skal takast við uppá ráð, tá nýggjar útbúgvingar skulu mennast
– Eitt campusøki skal byggjast
– Studningurin skal verða kappingarførur – Tað skal ikki verða av fíggjarligum ávum, at ung fara av landinum at lesa
– Vit skulu hækka skattafrádráttin hjá lærlingum og lesandi, so at tey hava ein kjans at arbeiða seg til nakrar eyka krónur
– Og so skulu vit loysa bústaðartrotið – Tað gera vit við at geva kommunum heimild at leggja eitt tænastugjald á allar sekunderar ognir, í kommunum har skattgjaldarin ikki hevur bústað.
– Hinvegin er tað eitt uppskot at geva ein skattafrádrátt til langtíðarútleigu á sekunderar ognir og kjallaraíbúðir.
Fyri at tey ungu skulu trívast, mugu vit hava tey ungu við.
Hesum fari eg at arbeiða fyri
Vel Framsókn
Vel Jógvan Woxnæs