Framsókn hevur í tíðini flokkurin hevur sitið í Løgtinginum, ikki minni enn tríggjar ferðir sett uppskot fram um fíggjarpolitisk regluverk, og hetta verður tikið fram aftur í komandi tingsetu, við endamálinum, at politiska skipanin leggur seg eftir, yvir eitt ávíst áramál, at halda javnvág ímillum útreiðslur og inntøkur landsins.
Eisini hugsa vit, at ein partur av peninginum, sum verður kravdur inn frá vinnuni (serliga fiski- og alivinnu), skal fara í ein grunn, so at stabilitetur fæst fíggjarliga, og bjálving av okkara búskapi verður sett í system.
Vit í Framsókn hava sum stavnhald vinnuligt, persónligt og tjóðskaparligt frælsi. Ein týdnigarmikil og altavgerðandi fortreyt fyri tjóðskaparliga frælsinum er fíggjarligt skynsemi og haldføri.
Vinnuligt frælsi er eisini, at fyritøkur vita nøkulunda, hvørjum tær kunnu rokna við av skatti og avgjøldum – vænti ikki, tær hava nakað ímóti at gjalda, um hetta verður lagt í eina greiða og gjøgnumskygda legu.
At skipa ein búskap í samsvar við fíggjarpolitisk regluverk er ein týdningarmikil partur av at taka politiska ábyrgd…
Súsanna Olsen, valevni fyri Framsókn