Føroyar er eitt oyggjasamfelag, har infrakervið hevur alstóran týdning. Líka síðan í 1980’unum hava vit bygt nógvar vanligar tunnlar og ikki minni enn tríggjar undirsjóðartunnlar og hin fjórða er næstan liðug. Hetta hevur gjørt tað so ómetaliga nógv høgligari, at búgva á hesum oyggjum, sum vit føroyingar trívast og búleikast á.
Í dag er sjón fyri søgn, at hesar tunnilsverkætlanir hava ment okkara land almikið og stuðla bæði undir persónliga- og vinnuliga frælsi, sum eru tvey av trimum aðalmálum hjá okkum í Framsókn. Hetta er eisini í tráð við gransking, sum vísur á, at ongar almennar íløgur kasta so nógv av sær og bera aftur til samfelagið, sum íløgur í infrakervið.
Eftir er, í allar mátar at fyrireika gjølla og gjøgnumføra størsta og kostnaðarmiklasta infrakervisátak í Føroya søgu, nemliga fast samband til Suðuroyðnna. Nógvar eru meiningarnar um hetta. Nøkur stúra fyri, at hetta ber ikki til, onnur siga at hetta kemur at binda okkum niður fíggjarliga næstu mongu árini. Hendan stúran er ikki nýggj og tað bleiv tosað soleiðis um allar hinar stóru undirsjóðartunnlarnar. Tær eru gjørdar, og vit kunnu als ikki vera tær fyri uttan.
Sambært Hagstovu Føroya, búgva 4676 fólk, ella knøpp 9% av Føroya fólki í Suðuroynni. Tíðin er komin, at fólk í Suðuroynni, innanfyri eitt rímuligt áramál, verða knýtt at miðstaðarøkinum, í nógv størri mun, enn ídag, har hesi fólk hava minimum 2 tímar, hvønn vegin, við Smyrli, til føroyska meginøkið.
Súsanna Olsen, valevni fyri Framsókn