Lívið sum lesandi er oftani ein eydnurík tíð, har ein mennist og fyrireikar seg til eitt arbeiðslív, har ein kemur at liva av og arbeiða við tí, ein heldur er tað mest áhugaverda í hesum heimi. Vit í norðanlondum eru so heppin, at okkara lærustovnar og undirvísing eru fíggjaði umvegis landsins skattaskipan, og vit lesa sostatt ”ókeypis” ella skulu ikki sjálvi gjalda fyri undirvísing og vit fáa ”løn” ella studna meðan vit lesa. Hóast hetta arbeiða flestu lesandi og supplera inntøkuna, áleiðis undir lestrinum.
Kanningar vísa, at lesandi sum arbeiða ímillum 15-20 tímar um vikuna, við síðuna av lestrinum, eru tey sum klára seg best og gjøgnumføra lesturin til normerða tíð. Fyllur arbeiði meira enn hetta við síðuna av lestrinum, byrjar hetta at ganga út yvir lesturin, hann tekur longri tíð, gongur út yvir læruúrtøkuna og í ringasta føri fellur tann lesandi frá útbúgvingini.
Samanborið við onnur norðanlond, eitt nú Danmark, er fíggjarliga tungt at lesa í Føroyum. Serliga skyldast hetta, at studni er lægri enn í Danmark, kostnaðarstøði sum heild er hægri í Føroyum, umframt at vit ikki hava nokk av lestraríbúðum, sum tann lesandi kann leiga til ein sámuligan prís.
Vit í Framsókn vilja arbeiða miðvíst fyri
1) at skunda undir, at fleiri lestraríbúðir verða tøkar, sum skjótast í Føroyum
2) at hækka studna nakað
3) tað skal geva meira fíggjarliga, at arbeiða við síðuna av lestrinum, har ein møguleiki er at hækka frádráttin, so skatturin ikki er so høgur.
Lestraumstøðurnar í Føroyum eiga at verða á hædd við lestrarumstøður í hinum norðanlondunum.
Súsanna Olsen, valevni fyri Framsókn.