Eftir umhugsunartíð havi eg avgjørt at bjóða meg fram til løgtingsvalið tann 8. desember.
Eg havi royndirnar bæði sum tingfólk, landsstyrisfólk, býráðslimur og við at arbeiða í einum flokki. Flokkurin eitur Framsókn.
Eg vil tæna mínum landi og tykkum, sum vilja búgva í Føroyum. Hetta er eitt gott land, og eg eri sannførd um, at vit hava nógvar enn ótroyttar møguleikar innan vinnu, útbúgving, mentan, trivnað og sjálvbjargni.
Frælsi er ikki bert eitt vakurt orð, sum vit elska at syngja um, nei, tað er avgerandi fyri tann einstaka at hava stórt persónligt frælsi, sum verður virt og hámett, og hesum vil eg virka fyri. Somuleiðis er vinnuligt frælsi ein av hornasteinunum í einum góðum samfelagi, og hesum brennur mítt hjarta fyri. Tjóðarfrælsi og strembanin eftir meira og meira sjálvbjargni eru og hava altíð verið mín størsta drívmegi.
Gev mær tína atkvøðu hósdagin 8. desember, so skal eg virka við eldhuga og allari míni styrki fyri teg og okkara land.