Vit hava tørv á eina barsilsskipan, sum tekur hædd fyri, at familjur eru ymiskar, hava ymsar fortreytir og umstøður og hava ymisk ynskir. Fyrsta tíðin við barninum er dýrabar, og tá skal mann ikki berjast við eina óhepna skipan, men hava rúm til at slappa av og vera um barnið. Tí skal skipanin vera smidlig.
Eisini má hægsta markið fyri útgjald hækka. Hámarkið er á 25.000, og hevur staðið í stað síðani 2004. Bæði lønir og prísir eru hækkaðir nógv síðani tá, og tað ber við sær ein inntøkumiss í einum tíðarskeiðið, sum ber við sær nógvar útreiðslur. Eisini er tað við at eggja monnum til at taka minni part av farloyvinum.
Eg fari at arbeiða fyri at:
• Skipanin gerst smidligari
• Hámarkið hækkar munandi – fyrst við 2.000 krónum
• Hámarkið skal prístalsviðgerðast á hvørjum ári
• Oyramerkingin verður strikað
Skipanin er til fyri barnsins skuld. Lat okkum tískil fáa ta skipan, sum er best fyri barnið.
Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn
Bjarni K. Petersen