Vit virðismeta og raðfesta tey trý frælsini: persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsið.
Hesin politikkurin er viðkomandi fyri øll ættarlið, allar inntøkubólkar og fyri øll samfelagsløg. Somuleiðis er hann viðkomandi fyri alt landið.
Hóast tað verður ført fram av og á, so er Framsókn er ikki ein havnaflokkur. Hóast miðstaðurin í størri mun tekur undir við okkara politikki, so eru vit eisini væl umboðaði kring landið. 40% av atkvøðunum hjá Framsókn vóru uttanfyri miðstaðarøkið til fólkatingsvalið.
Tað eru nógvar avbjóðingar, sum standa fyri framman. Vit eru væl fyri sum samfelag, men vit fara inn í óvissar tíðir. Tí er neyðugt at sleppa fíggjarligu vanstýringini hjá undanfarnu samgongu, byrja at taka ábyrgd, fáa skil á peninganýtsluna og trygga, at prísvøksturin ikki gongur út yvir vælferðina hjá vanliga føroyinginum.
Í heimshøpi ganga vit eisini ótryggum tíðum á møti. Heimurin er ikki tann sami sum hann var, og tað er tørvur á at taka ábyrgd av okkara viðurskifti við umheimin. Tí er tað týdningarmikið at viðurkenna, at Føroyar er ein partur av heiminum, við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja við tí veruleikanum. Afturat tí er neyðugt, at vit taka størri ábyrgd í trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum.
Afturhaldssinni og trongdskygni hevur merkt hetta seinasta valskeiðið. Føroyar skal vera eitt rúmligt samfelag, har pláss er fyri øllum. Hetta er ein av grundsúlunum hjá Framsókn, og vit halda, at hetta er alneyðugt, um fólk skulu velja Føroyar til, heldur enn frá.
Vit fara at endurreisa álitið á politisku skipanina. Samgongan, sum hevur sitið seinastu trý árini, hevur brotið niður, heldur enn at bygt upp. Og Løgmaður hevur verið ein ov veikur stjórnarleiðari, sum hevur latið um seg gingið. Hetta tekur langa tíð at byggja upp aftur, men tað er neyðugt fyri okkara fólkaræði.
Vit eiga hetta landið, og hava tískil eisini ábyrgd av tí. Og í alt ov langa tíð hevur politiska skipanin verið merkt av ábyrgdarloysi. Nú eiga vit at taka ábyrgd, og gera eina avtalu um endaliga at útfasa menningarstuðulin úr Danmark. Harnæst mugu vit taka ræði á týdningarmiklum málsøkjum, ið tryggja okkara fólkaræði. Dómsvald, løgregla og loftrúm eru ovast á raðfestingarlistanum.
Tað hevur verið 3 ómetaliga avbjóðandi, men spennandi ár. Og eg vil sera gjarna halda fram við at vera tykkara umboð á Føroya Løgting, um eg fáði álitið frá tykkum hósdagin tann 08. desembur.
Vinarliga
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður