Verði eg vald í løgtingið komandi setu, fari eg av øllum alvi at virka fyri lista- og mentamálum.
Tey eru nógv meira verd fyri okkum, enn ofta verður viðurkent.
Okkara tungumál, sum er heilt serstakt og sum ber okkara mentan, má fáa betri sømdir í list, mentan og útbúgving. Okkara siðaarvur, sum t.d. bátasmíð, ullavirkan og føroyski dansurin, skal stimbrast á ymsan hátt og fáast enn meiri fram í ljósið. Tað sama við føroyskum húsdjórum. Og savnsvirksemið kring landið skal áhaldandi styrkjast.
Okkara listafólk skulu hava góð arbeiðskor og góðar hølisligar karmar, og list skal fylla meira í okkara útbúgvingarskipan. Tær ymsu listagreinarnar skulu í hvør sínum lagi hava serliga góðar møguleikar at vaksa yrkisliga í Føroyum.
Vilt tú hava eina rødd í løgtinginum ella enn tá í landsstýrinum, sum stendur á vakt fyri føroyskum máli, fyri mentan og list, so gev mær álit við at seta tín kross við mítt navn á lista F.
Hanna Jensen, Framsókn