Útlendsk ferðafólk vitja Føroyar árið runt og sesongin verður longri og longri.
Flest ferðandi eru tó frá maj til august.
Strandferðslan má tillaga ferðaætlanir hjá skipum og bussum, soleiðis at hon eisini kann brúkast av okkara útlendsku gestum, hetta er grønari og hjálpir uppá trupulleikar við parkeringsplássum á smáu økjunum kring Føroyar.
Vit eiga fáa eitt borgarakort, so vit gera mun á prísi fyri almenna samferðslu fyri útlendsk ferðandi og føroyingar og sum skjótast at fáa eina bíleggingarskipan til bussar og bátar.
Hetta er eisini eitt fíggjarligt ískoyti, til niðurslitu ferjurnar, soleiðis at peningur verður til at gera íløgur í hesar.
Hesum fari eg at arbeiða fyri.
Oda W. Andreasen, valevni fyri Framsókn