Á løgtingsvalinum 8. desember ’22 var Bjarni K. Petersen næstvaldur á listanum hjá Framsókn við 355 atkvøðum.

Bjarni Kárason Petersen yngsti landsstýrismaður, sum nakrantíð er settur í Føroyum. Hann var 28 ár og neyvt 130 dagar, tá ið hann tann 22. desember 2022 varð settur í starv sum landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum.

Bjarni Kárason Petersen var einans 21 ára gamal, tá ið hann fyrstu ferð stillaði upp til løgtingsvalið í 2015.

Bjarni er føddur í 1994, og býr í Tórshavn. Í dag lesur hann Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetur Føroya. Hann var varamaður fyri Framsókn frá 2015-2019, og var valdur inn á ting fyri fyrstu ferð í 2019.