Karlot Hergeirsson

Karlot Hergeirsson, føddur 1972. Karlot er skipsførari og hevur verið tingmaður síðan 2022.

Eftir fleiri ár á sjónum sum dekkari við fiski – og farmaskipi tók hann skipsføraraprógv á Føroya Navigatiónsskúla. Karlot sigldi úti sum yvirmaður og skipari við A.P. Møller / Mæersk Supply Service í 19 ár. Seinni sigldi hann sum yvirmaður við SSL. Áðrenn Karlot kom á ting starvaðist hann í 4 ár sum trygdarleiðari hjá tunnilsfelagnum «NCC Føroyar».