
Árni M. Dam, føddur 1961. Tók skiparaprógv á Sjómansskúlanum í 1981 og Hægri Handilskúla á Kambsdali í 1992. Árni hevur siglt sum stýrimaður og skipari og havt egið reiðari í fleiri ár, verið virkiseigari og havt handil í mong ár.
Harumframt hevur Árni eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum, Føroya Tele Net, Vestnordengrunninum o. ø.
