Súsanna Olsen

Súsanna Olsen, fødd 1959. Súsanna hevur lisið stjórnmálafrøði og tók prógv í 1994 frá Institut for Statskundskab, Århus Universitet. Umframt hevur hon síðufak í sálarfrøði frá Aalborg Universitet og eina leiðslu-eftirútbúgving, master i etik og værdirer i organisationer (MEVO) frá Institut for Filosofi, Århus Universitet.

Súsanna er námslektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Við síðuna av vanliga starvi sínum, er Súsanna eisini forkvinna í áhugafelagsskapinum Sinnisbata.

Á kommunuvalinum 10. november 2020, varð Súsanna næstvald á listanum hjá Framsókn við 171 atkvøðum.

Tá ið Ruth Vang tók við sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum, mátti hon leggja frá sær starvið sum býráðslimur í Havn.