
Ruth Vang, fødd 1966. Ruth er upprunaliga útbúgvin ljósmóðir og hevur seinni tikið HD í fíggjarstýring. Hon hevur arbeitt sum ljósmóðir, harav eitt áramál sum leiðari hjá ljósmøðrunum. Hon hevur starvast sum kredittráðgevi á peningastovni og áðrenn hon kom á ting, var hon deildarleiðari fyri dagstovnaøki í Tórshavnar kommunu.
Í 2021 varð Ruth vald í Tórshavnar býráð, har hon hevði sæti í mentanarnevndini, teknisku nevnd, umframt byggi- og býarskipanarnevndini.
Á løgtingsvalinum 8. desember ’22 var Ruth Vang fyrstvald á listanum hjá Framsókn við 981 atkvøðum.og tann 22. desember 2022 varð Ruth sett í starv sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Ruth hevur verið forkvinna í Framsókn síðani mars 2020.
