Kristian er 24 ára gamal og er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er fyrrverandi formaður í Framsøkin Ung og núverandi kassameistari í felagnum, har hann hevur verið limur síðan 2017.
Kristian er útbúgvin maskinmeistari og meðan hann gekk á vinnuháskúla, arbeiddi hann sum krambakallur og barrvørður. Eftir lokna útbúgving, hevur hann siglt við Skansi Offshore og Royal Greenland, umframt arbeitt hjá Articon millum túrar. Í løtuni siglur Kristian sum 2. meistari hjá Maersk Supply Service.
– Fyri meg er tað alt avgerandi, at vit ungu ikki bara blíva hoyrd, men eisini sædd aftur í førdum politikki. Framtíðar samfelagið er okkara og eg ynski at gera mítt til, at vit ungu seta okkara fingramerkir á tað.