Á løgtingsvalinum 8. desember ’22 var Karlot Hergirsson fjórðvaldur á listanum hjá Framsókn við 155  atkvøðum.

Karlot er limur Vinnunevndini og í Útnorðurráðnum.

Karlot Hergeirsson er 50 ára gamal. Eftir fleiri ár á sjónum sum dekkari við fiski – og farmaskipi tók hann skipsføraraprógv á Føroya Navigatiónsskúla. Karlot sigldi úti sum yvirmaður og skipari við A.P. Møller / Mæersk Supply Service í 19 ár. Seinni sigldi hann sum yvirmaður við SSL. Seinastu 4 árini hevur Karlot starvast sum trygdarleiðari hjá tunnilsfelagnum «NCC Føroyar».