Á løgtingsvalinum 8. desember ’22 var Ruth Vang fyrstvald á listanum hjá Framsókn við 981 atkvøðum.
Tann 22. desember 2022 varð Ruth sett í starv sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Ruth Vang er 56 ára gomul, gift Dániali, hevur 3 børn og 2 ommubørn.
Ruth er fødd og uppvoksin í Havn. Hon er upprunaliga útbúgvin sum ljósmóðir, og hevur seinni tikið HD í fíggjarstýring. Hon hevur arbeitt sum ljósmóðir, harav eitt áramál sum leiðari hjá ljósmøðrunum. Honhevur starvast sum kredittráðgevi á peningastovni og áðrenn hon kom á ting, var hon deildarleiðari fyri dagstovnaøki í Tórshavnar kommunu.
Í 2015 kom Ruth inn á ting sum varafólk. Hon var nevndarforkvinna í fíggjarnevndini tey fyrstu gott og væl 3 árini og hevur annars verið limur í fíggjarnevndini síðani. Haraftrat hevur Ruth havt sess í rættarnevndini, norðurlandaráðnum og útnorðurráðnum.
Síðani 2021 hevur Ruth sitið sum limur í Tórshavnar býráði, har hon hevur sæti í mentanarnevndini, teknisku nevnd, umframt byggi- og býarskipanarnevndini.
Ruth hevur verið forkvinna í Framsókn síðani mars 2020.