Súsanna Olsen, er 63 ár, fødd og uppvaksin í Havn. Súsanna hevur lisið stjórnmálafrøði og tók prógv í 1994 frá Institut for Statskundskab, Århus Universitet. Umframt hevur hon síðufak í sálarfrøði frá Aalborg Universitet og eina leiðslu-eftirútbúgving, master i etik og værdirer i organisationer (MEVO) frá Institut for Filosofi, Århus Universitet.

Súsanna hevur búleikast og arbeitt við undirvísing í Danmark síðan 1982. Hóast mong ár uttanlands, hevur hon haft tætt tilknýti til Føroyar, t.d. hevur hon arbeitt, sum deildarleiðari á Psykiatriska deplinum frá 2008-2010. Í 2011 flutti hon heim aftur til Føroyar.

Núverandi starv er sum námslektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Við síðuna av vanliga starvi sínum, er Súsanna eisini forkvinna í áhugafelagsskapinum Sinnisbata.

Á kommunuvalinum 10. november 2020, varð Súsanna næstvald á listanum hjá Framsókn við 171 atkvøðum.

Tá ið Ruth Vang tók við sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum, mátti hon leggja frá sær starvið sum býráðslimur í Havn.

Tí hevur næsta fólk á listanum hjá Framsókn, Súsanna Olsen, nú tikið sæti í Tórshavnar býráð. Hon tekur samstundis sæti í øllum teimum nevndum, har Ruth Vang áður hevði sess. Hesir eru:

Byggi- og býarskipanarnevnd

Tekniska nevnd

Mentamálanevndina

Hon er eisini komin í skúlastýrini og bygginevnd fyri nýtt røktarheim og røktaríbúðir.