Ruth Vang

Ruth Vang

Føroya Løgting

Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku.

Ruth Vang er fødd og uppvaksin í Havn. Er gift og eigur trý vaksin børn og ein ommuson. Henni dámar væl at lesa, matgera og ganga í føroysku náttúruni

Ruth hevur útbúgving sum ljósmóðir og siviløkonomur. Hon hevur starvsroyndir og leiðsluroyndir í heilsuverki og kommunalari fyrisiting. Eisini hevur hon starvast sum ráðgevi í peningastovni. Ruth Vang hevur sitið á tingi síðan 2015. Valskeiðið 2015-2019 var hon forkvinna í fíggjarnevndini.

Tá ið Ruth varð vald til forkvinnu í Framsókn, segði hon millum annað soleiðis:

-Tað er ein stór uppgáva, eg havi tikið á meg, nú stovnari floksins, Poul Michelsen valdi at leggja frá sær. Poul hevur sett síni spor í øllum, hann hevur tykist við; í politikki, vinnulívi, ítrótti – á vøllinum og uttanfyri. Tað er mær ein stór æra, at fáa hetta litið upp í hendi.

-Flokkurin varð stovnaður í 2011 við frælsi sum fremsta virði. Hyggja vit kring heimin, so er frælsi hótt munandi meiri í dag. Heldur ikki í Føroyum eiga vit at taka frælsi og fólkaræði fyri givið.

-Framsókn fer framhaldandi at virka fyri einum tíðarhóskandi samfelag; at ung og gomul við ymsum lívsháttum trívast í Føroyum, at neyðugar tillagingar í skipanum og tænastum verða framdar, so borgarin kennir seg tryggan og at vit loysa leypandi avbjóðingar, eitt nú av vaksandi ferðavinnuni, so vit til fulnar gagnnýta teir møguleikar, ið fylgja við.

-Hóast fíggjarpolitikkur til tíðir kann sýnast óviðkomandi, vegna háfloygt og til tíðir villeiðandi politiskt kjak um tøl, so broytir tað ikki tann veruleika, at skilvísur og ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur er fortreytin fyri, at tú kanst røkka politiskum málum á øðrum økjum. Í Framsókn raðfesta vit høgt, at vit í Føroyum gerast fíggjarliga sjálvbjargin. Tað skal ikki vera eitt val ímillum vælferð og fullveldi, tann dagin, vit gerast sjálvstøðug tjóð.

-Sum forkvinna fari eg at stremba eftir at vera saklig, álítandi og semjusøkjandi, ásannandi at polariserandi politikkurin, vit sjálvi hava verið partur av seinnu árini, ikki tænir Føroyum í longdini.

Ruth Vang varð vald í Tórshavnar býráð á kommunuvalinum í 2020.

Ovast