Eg luttók í einum áhugaverdum kjaki í OY í hóskvøldið, sum nýggji miðilin Frihedsbrevet.fo skipaði fyri. Á skránni var javnstøða, fosturtøka og fiskivinna. Kvøldið byrjaði við kjaki um javnstøðu.
Semja tykist vera um, at vit skulu hava javnstøðu, og at tað er týdningarmikið at kvinnurnar eru við har avgerðir vera tiknar. Har sum ósejman millum flokkarnar stingur seg upp, er um hvussu langt vit eru komin, tá talan er um javnstøðu. Og hvussu vit náa javnstøðu.
Landstýrið
Hyggja vit í søgubøkurnar, so síggja vit at fram til 1985, eru bert menn í Landsstýrinum. Í 1985 verður Jóngerð Purkhús fyrsta kvinna í landsstýrinum. Fyrstu ferð vit høvdu javnstøðu í landstýrinum var í 2015, tá vóru 4 kvinnur og 4 menn. So her kundu vit kanska hugsa, at vit nú vóru komin á mál. Tíðanverri datt alt á gólvið, tá seinasta samgonga sat. Frá 2019 til 2021 var landstýrið mannað við 6 monnum, og einari kvinnu. Og tað sum kom aftaná, var so tað famøsa slipsastýrið. Nógv seta spruningin, um kyn skal koma fram um førleikar. Nei, tað skal tað ikki, men tíbetur er tað ikki neyðugt. Vit hava eina rúgvu at vælútbúnum og vælegnaðum kvinnum.
Kvinnurnar eru har, so tað er bara undarførslur, at siga at tað ikki bar til at fáa javnstøðu í landstýrinum. Løgmaður harmaðist, alt gott um tað, men tað er ikki gott nokk. Um vit handla, sleppa vit undan at harmast.
Løgtingið
Hyggja vit eftir løgtingið síggja vit, at fyrstu kvinnurnar vóru valdar á ting í 1978. Hetta vóru Jona Henriksen og Karin Kjølbro.
Vit síggja nú í uppstillingini hesuferð, at tað er ikki heilt galið við javnstøðuni millum kvinnur og menn. Men tað er ikki nóg mikið, at stilla kvinnur upp, tær skulu eisini luttaka á pallinum, so tær kunna vera valdar. Her síggja vit eisini ein bata. Vit síggja at partar, ið næstan høvdu útiloka kvinnur, eisini hava tillaga seg.
Gloria
Í Framsókn hava vit eina uppstilling, sum ljóðar áleið 40/60. Til undanfarin val hevur Framsókn eisini havt eina yvirumboðan av kvinnum í uppstillingini. Vit hava ikki bara fingið uppstillingina ílagi. Vit hava eisini syrgt fyri, at bæði kynini hava fingið ein pall, so tey kunnu vera vald inn. Vit hava eina kvinnu og ein mann á tingið. Forfólkið hjá okkum er ein kvinna. So var handan glorian pussa.
Javnstøða ella ikki
Skulu vit hava javnstøðu? Hvussu gera vit tað? Ja, tað skulu vit. Formyndarí halda vit í Framsókn, ikki er vegurin fram. Vit ganga ikki inn fyri at lóggeva fyri kynsbýtinum. Vit sum politikarir hava skyldu til at vera fyrimyndarlig og um flokkarnir taka ábyrgd, so koma vit á mál við javnstøðu.
Fosturtøka
Næsta evni á skránni var fosturtøkulógin. Hetta hevur verið eitt evni, vit onkursvegna ikki hava vilja tosa um. Politikarar hava borið seg undan, at svara uppá spurningar hesum viðvíkjandi og tað hevur ofta virka, sum at fólkið í Føroyum hevur verið í tvíningum. Kjakið bar brá av, at vit eru komin eitt vet víðari. Tað bar til at tosa um tingini og eftir míni meting, so vóru vit samd um at fosturtøkulógin, ið er frá 1956, og sostatt er 66 ár, er klár at fara uppá pensjón.
Í Framsókn halda vit, at vit skulu taka ábyrgd – eisini av fosturtøku. Vit mugu gevast við, at senda* okkara trupulleikar til Danmarkar.
(*Trýsta tær kvinnurnar, ið longu hava tikið sína avgerð)
Í Framsókn eru vit samd um, at fosturtøkulógin skal dagførast. Vit skulu tryggja kvinnum virðiliga atgongd til fosturtøku. Tað er í síðsta enda kvinnan, sum eigur avgerðina innanfyri givnar rammur. Í Framsókn er rúm fyri ymiskum fatanum av málinum.
Tá spurningurin verður settur um abort, er fortreytin aloftast, at tað eru bara tveir møguleikar. Fyri fríari abort ella ímóti abort. Skulu vit hava eina loysn á málinum, so eri eg sannførdur um, at vit skulu leggja orkuna onkustaðni mitt ímillum. Sambært heimsheilsustovninum WHO, so minkar talið av abortum ikki, við at seta forboð. So tað meti eg ikki vera eina góða loysn. Tað ber til at gera eina føroyska lóg, sum ikki neyðturviliga er identisk við tí donsku.
Fyribyrging
Eitt sum ikki bleiv tikið fram var fyribyrging. Hetta má ikki vera eitt av teimum tingunum vit heldur ikki tora at tosa um. Vit mugu tora at tosa um tingini. Tosa um kenslur og kynslív og alt sum har tilhoyrir. Vit skylda okkara ungu at geva teimum orduliga sexualundirvísing. Hetta skal byrja í fólkaskúlanum.
Fiskivinna
Næsta evni á skránni var fiskivinnan. Har bleiv kjakið nakað heitari enn áðrenn. Har vóru nógv skot aftur og fram. Eisini vóru spurningar settir, ið høvdu støði í nýggju greinunum ið Frihedsbrevet hevði kunngjørt sama dag, um ivasom viðurskifti í okkara fiskivinu.
Eg fari ikki at greiða nærri frá tí her – hetta skal upplivast. Um tit vilja síggja kjakið, liggur hetta á Facebooksíðuni hjá Frihedsbrevet.fo
Hilbert í Grógv, valevni fyri Framsókn