Hvat avgerð hvar tú setur tín kross?
Stemmar tú uppá ein persón tú hevur sæð í ørðum samanhangum, og tí kennir aftur? Er tað ein ið meistrar at standa á hondunum á TikTok, er tað ein ið tit í øll familjuni stemma uppá, ein ið lovar okkurt tú serliga ynskir tær, ella hevur tú arva ein flokk, líkasum man kann arva eitt fótbóltslið, sum t.d. ein av foreldrunum heldur við?
Ella velur tú ein sum, tú roknar við setur alla sína arbeiðsorku av, til at møta hvønn dag í Tinginum, fyri at seta seg 100% inn í øll viðurskifti, hann ella hon, skulu viðgerða vegna teir borgarar ið hava valt seg inn?
Í veruleikanum er hetta, um vit skalerað tað niður, ein bólkur av fólki ið er vald inn, at umsita tað vit hava at gera gott við, og lóggeva fyri eina familjuøkonomi hjá einari familju uppá góð 50.000 fólk.
So hetta er ikki raketvísindi. Men hetta krevur harafturímóti, at man brúkar tíðina konstruktivt, í einum samarbeiði har man virðir hvønn annan, og er semjusøkjandi í sínum arbeiði.
Vit skula heinta inn tað sum er rímiligt frá privatum og vinnu, og brúka skynsamt uppá allar tær vælferðartænastur vit saman eiga og brúka. Á lóðgevandi síðuni, skal hetta verða eitt samfelag har pláss er fyri øllum – einki undantak, øllum.
Persónliga vóni eg at man komandi vælskeið brúkar meira tíð uppá at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag fíggjarliga, og minni tíð uppá hvør svevur hjá hvørjum.
Ert tú ein av teimum í ynskir eina veruliga broyting, men sært ferð aftaná ferð, at lítil og eingin broyting er aftaná val? Man hevur bert eina stemmu í part, men tað er nú tú kanst verða við til at ávirka okkara framtíð.
Gott væl, X við F
Ja takk. Eg eri til reiðar at verða títt umboð.