Vit hava við Eysturoyartunnlinum, bundið meginøkið enn tættari saman, og latið upp fyri ovurstórum møguleikum fyri menning í økinum.
Prísurin vit hava í løtuni, forðar fyri at vit útnytta hesa risa íløguna til fulnar. Vit eiga at lækka prísin, soleiðis at vit raka eitt prísstøði, ið ger at vit ikki velja tunnilin frá. Tunnilin verður enn valdur frá, bæði av privatum og av vinnununi.
Tað varð nógv tosa um hví man skuldi hava tunnilin. At tunnilin fór at geva okkum eina ferðslu, ið sleit uppá eitt styttri vegastrekki og minni CO2 útlát. Ikki minst eisini minni vandi fyri ferðsluvanlukkum, tá strekkini eru so nógv styttri. Alt góðar grundgevingar. Hetta skulu vit ikki gloyma nú tunnilin er her.
Tá eg sigi at tunnilin skal verða bíligari at brúka, so er tað við tí fyri eyga at ferðslan eisini veksur. Altso meira fyri minni. Eg trúgvi at avleiðingin verður, at vit ikki bert fáa tað sama inn av peningi, tí vit fara at koyra enn oftari, men at ferðslan økist so mikið nógv meir, at upphæddin sum kemur inn í tunnilsgjaldið hækkar.
So skjótt man rakar eina príslegu sum privatfólk, og vinnan góðtaka, fara vit at fáa fulla nyttu av tunnlinum – og tunnilin fer at tæna sínum endamáli til fulnar. Hetta vil eg skunda undir um eg fái møguleikan.
Eg kann skoyta uppí, áðrenn man fer at blanda arðar tunnlar uppí hetta, at eg haldi at vit skula málrætta arbeiða fyri at vit fáa ein Suðuroyartunnil. Har er spurningurin ikki um, men hvussu, hetta skal gerast. Hann er enn meir umfatandi, enn teir undirsjóvartunnlar vit longu hava, og kanningar og fyrireikingararbeiði kostnaðarmiklari. Men vit eiga ikki at útseta hetta.
Hilbert í Grógv, valevni fyri Framsókn
