Grønasta oyggin, heimstaði fyri fyrstu elframleiðsluna úr vatniorku í 1921 – Suðuroy.
27. nov. var ein valfundur í SALT í Suðuroy. Eitt av kjakevnunum var grøn orka.
Vit høvdu eitt gott kjak, spurningar blivu spurdir og svaraðir. Tá alt kemur til alt, so hevur hvør luttakari, í miðal 5 min. í part. So eg kann ímynda mær at allir luttakarnir høvdu meir at siga enn tað ið kom fram. Herundir er mín forlongda útgáva av kjakinum (Uncut version)
Hvussu fremja vit grøna orkuskiftið, og er tað yvirhøvur er neyðugt?
Vit skulu halda áfram at útbyggja grønar orkuloysnir, vit skulu heysta vindin, regnið, sólina og sjóvarfallið. Í Framsókn eru vit sannførd um at hetta sjálvandi er neyðugt.
Vit eru bara ein evarska lítil partur, ja tað passar, men hetta ber bara til um eingin skákar sær undan, øll mugu verða við.
20% av øllum heiminum brúka alla heimsins framleiddu orku….so vit eru ein forholdsvís lítil partur av verðini, sum dálkar heimin hjá øllum 100%
Vit skylda restina av heiminum at flyta okkum til grøna orku, eisini skylda vit okkara eftirkomarum eitt reint umhvørvið.
Okkara størsta vinna, alivinnan, ælir laks bestu umstøðum í heiminum, tí vit hava bestu streym- og hitaviðurskifi til júst hetta. Hendan vinnan er viðbrekin, og eiga vit at gera alt VIT kunna fyri at hesar umstøður ikki versna.
Vit hava sett okkum nýggj mál viðv. CO2 útlátið fram ímóti 2030.
Framsókn vil tryggja at hesi verða framd í verki.
Skulu vit liva upp til altjóða sáttmálar um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi?
Í Framsókn eru vit sannførd um, at vit skula stremba ímóti, at liva upp til altjóða sáttmálar um minking av útláti. Hetta er ambitiøst, men neyðugt, og vit trúgva uppá at hetta ber til.
Hetta ber til við áræði, og við at menningin av tøkni á økinum gongur so skjótt sum hon ger.
Skip, flogfør og vinnan dálka mest. Hvat gera vit útlátið hjá teimum?
Flogfør dálka í dag bara helvtina av tí tey gjørdu í 1980 árunum, og tað er sanlíkt at tann gongdin heldur sær og minkar dálkingin tá en meir. Hetta er ikki eitt av økjunum vit kunna gera nógv við. Men vit kunna stremba eftir at hava nýggjastu og minst dálkandi tøkni í okkara egna flogfelag. Samstundis kunna vit seta somu krøv til onnur flogfeløg, ið vit lata flúgva uppá Føroyar.
Ein stórur partur av størru skipunum í fiskiflotanum er nýggjur, og hevur nýggjastu, minst dálkandi tøkni ið er á marknaðinum, til teirra brúk. Næsta ættarlið av fiskiskipum, koma mest sannlíkt at verða drivin av grønari orku.
Man eigur at gera tað møguligt fyri skip, ið liggja við bryggju at brúka landstreym. Hesi standa fyri einum stórum parti av CO2 útlátinum.
Hava vinnuna við
Tað er alivinnan saman við virkinum Varðin Pelagic Tvøroyri, ið standa fyri helvtina av brúkinum av el-orkuni ið vit framleiða
Størstu aktørarnir í hesari vinnuni hava ítøkiligar ætlanir um íløgur í skipanir, ið framleiða grøna orku. Hetta er bæði í form av sól og vindorku.
Hesir kunna so verða forbundnir í netið hjá SEV
Harvið sleppur SEV undan stórum parti av íløguni og vinnan nýtist ikki at hava battaríir at lagra óbrúkta streymin, men SEV kann selja hann til húsarhald at nýta um náttina til lægri prís (El-bilar, klædnavask o.a.)
Hetta er eisini ein afturbering frá vinnuni, tí annars hevði tað verið vanligi brúkarin, ið skuldi goldið fyri alla investeringina ið SEV skuldi gjørt.
Húsarhaldini og akfør
Í dag hava bara gott 2000 av 18000 húsarhald grønar orkuloysnir at hita húsini við
Vit miða ímóti at helvtin av øllum húsarhaldunum verða hita við grønum loysnum í 2025
Gongdin er positiv, tað eru nógv ið standa í bíðirøð til at fáa bora t.d. jarðhita-hol.
Endurrindan av mvg av íløgu og arbeiðsløn tá skift verður til hitapumpu ger ein ávísan mun
Prísdifferensiering av el til hitapumpur og el-bilar er ein góð loysn ið er sett í gildi. Vil man útnytta streymin effektivari, eigur man at differensierað prísin millum t.d. dag og nátt, soleiðis at bilarnir lada tá virkini ikki koyra, og vaskimaskinur og annað kann programmerast til at vaska frá eitt nú 04-06
Tað er ikki nakað kolveltandi yvir tí, men er vanligt aðrastaðni rundan um okkum.
Tað er umráðandi at vit skipa soleiðis fyri, at ein oljubrennandi ketil, ið verður niðurtikin, samstundis sum ein grøn loysn, ið móttekur grønan stuðul, verður uppsett – ikki verður seldur, og sett uppsettur arðastaðni.
Fleiri og fleiri el-bilar verða seldir. Hesir hava eina MVG afturbering, ið eg haldi vit eiga at halda fram við. Sum nú er, hava Plug-in hybrid bilar eisini prísfyrimunir. Tað er ein feilplaseraður stuðul, um man vil skunda undir grønari ferðslu. Ein plug-in hybrid bilur er í besta fall líka reinur sum ein effektivur diesel bilur.
Vilt tú tryggja tær at tín stemma fer til eitt reinari, burðardyggari Føroyar, átti tú at valt Framsókn 08. december. Gott væl
Hilbert í Grógv, valevni fyri Framsókn