Eg siti altíð við eini syrgnari kenslu, tá ið eg hoyri um tey viðurskiftið og umstøður, ið summi av okkara góðu borgarum, ið hava størri tørv, liva undir. Í okkara vælferðarskipan mangla hendur, útbúgvin starvsfólk og ikki minst ein umfatandi effektivisering av allari skipanini.
Í Føroyum hava vit ógvuliga dýra vælferð, men tað merkir ikki at hon er góð. Hvørt ár verða milliónir sprændar í bæði almannaverk og heilsuverk, uttan nøktandi úrslit. Tað tykist eitt hol at vera niðast í posanum.
Vit mugu, sum tjóð, miðsavna okkum um at tryggja atkomuligheit til viðkomandi útbúgvingar, og skipa okkara skattaskipan soleiðis, at tess meira vit arbeiða, tess meira fáa vit burturúr.
Vit skulu samstundis effektivisera vælferðarøki við at steðga fyribils- og skundloysnum, og hugsa skynsamt um m.a. búpláss, eldraíbúðir og heimatænastu, soleiðis at tey, ið hava slóða fyri yngru ættarliðunum, kunnu vera heima í teirra egnu húsum, so leingi tey kenna seg føran fyri tað. Vit mugu syrgja fyri, at tey, ið hava tørv skulu føla tryggleika.
Eitt er vist, og tað er, at nú skal okkurt gerast!
Annika Samuelsen, valevni fyri Framsókn