Eg eri sera takksom fyri at eg mikumorgunin hevði møguleika at heilsa uppá tey fantastisku menniskju, ið hava sína gongd á Verkstaðnum Vón. Eg eri serliga takksom fyri tey bond, ið eg fekk høvið at knýta við nøkur av teimum, og eg vóni at eg sleppi at heilsa uppá aftur.
Eftir ein góðan pallborðsfund, sum snúði seg um hvussu vit kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið tørva hjálp frá samfelagnum, fóru nøkur okkara ein túr runt á tær ymsu deildinar á verkstaðnum. Greitt varð frá, hvussu vanliga arbeiðsgongdin er, hvat verður gjørt á ymsu deildunum og vit vóru so heppin at síggja framleiðsluna av ymiskum.
Vit eiga nógv røsk menniskju í Føroyum, eisini á Verkstaðnum Vón.
Men hava vit eina nóg “raska” skipan til tey?
Tíðin er komin at hyggja frameftir. Meðan vit gera tær ábøtur, ið Almannaverkið hevur tørv á, mugu vit vera nógv meiri nýhugsandi enn millum annað at oysa eykajáttanir og síðani skerjingar á økið.
Vit hava tørv á einum framkomnum Almannaverkið, ið ikki rennir aftaná tørvinum. Vit skulu í dag taka eitt ordans tak, og í staðin fyri einans at hugsa um tørvin í dag, eiga vit at hugsa um tørvin um 30 ár. Soleiðis kann Almannaverkið verða fyrireikað til at bjóða tørvinum vælkomnan. Hettar ynski eg sjálvandi at arbeiða fyri, um eg komi á ting.
Annika Ró Samuelsen, valevni fyri Framsókn
