Jógvan Woxnæs Olsen er 20 ára gamal. Hann er uppvaksin á Sandi, men er hálvur tvøramaður. Eftir lokna skúlagongd á Sandoyar Meginskúla, fór Jógvan til Havnar á miðnámsskúla. Har kveiktist tann politiski áhugin, og hann meldaði seg inn í ungmannafelagið hjá Framsókn. Eftir eitt ára limaskap gjørdist hann formaður fyri Framsøkin Ung.
Í 2020 stillaði Jógvan upp til kommunuvalið á Sandi og hevur til tíðir virkað sum varafólk.
Eftir lokið miðnám var hann arbeiðsmaður hjá Sp/f Vaskimenn í eitt ár, til hann fór til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. Hann valdi síðan at gevast við teirri útbúgvingini og koma heim aftur til Føroya.