Listin við valevnum í Tórshavnar kommunu

Framsókn bjóðar seg fram til kommunuvalið 12. november, við níggju væluppløgdum valevnum: Christoffur Gert Nielsen Esmar Joensen Gunnvá Winther Kristian Clementsen Nicolaj Falck Róaldur Jákupsson Sjúrður Zachariasson Súsanna Køtlum Súsanna Olsen Vit gleða okkum til eitt gevandi valstríð, har vit í komandi valskránni, fara at kunna um hjartamál okkara

Poul Michelsen 80 ár

Mynd: Sosialurin Í dag verður ein kendur havnamaður 80 ár og veðrið er slett ikki so galið. At lýsa, hvat Poul hevur avrikað gjøgnum árini, gerst ikki eftir einum degi. Bara vinnuligi parturin av ævisøgu hansara, kom fyri stuttum út í bók í sambandi við, at PM Heilsøla fylti 50 ár. Poul hevur ongantíð himprast…

Skulu onnur taka okkum í álvara, mugu vit taka okkum sjálvi í álvara

Nakrir hendingaríkir dagar farnir aftur um bak. Norðurlandaráðið hevur havt temasessión í Føroyum, og eg havi m.a. havt heiðurin at víst norðurlendska samstarvsráðharran úr Svøríki runt í Føroyum. Vit hava eisini havt nakrir gevandi fundir. Eftir innslagið í Degi og viku mánakvøldið elvdi hon til nógv kjak. Bæði um okkara støðu í norðurlendska samstarvinum, men…

Jólaheilan úr Tórshavnar Býráð

Enn eitt ár er um at verða lokið og í mínum føri, eitt ár, sum ein av 13 býráðslimum í Tórshavnar Býráð. Býráðspolitikkur er fyrst og fremst vælferðarpolitikkur, har vælferð í breiðastu merking verður umsitin. Ymisku kommunalu nevndirnar eru demokratisku verkstøðini, har politikarin sleppur at seta síni fingramerki á mál, sum umsitingin við nærlagni hevur…

Fíggjarlógin fyri 2024 samtykt

  Seinnapartin varð fíggjarlógin fyri 2024 samtykt við 26 atkvøðum fyri, 5 blonkum og ongari ímóti. Hetta er fyrsta fíggjarlógin hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum í hesum valskeiðinum. Fíggjarlógin, nú hon var samtykt, hevur eitt lítið avlop á 4 mió. Ruth Vang segði við KvF í kvøld, at enn liggja abjóðingar fyri framman til tess…

Bjarni K. Petersen

Nú kunnu rúsdrekkaframleiðarar umsíðir selja sína egnu framleiðslu til virkisvitjandi.

Eirikur Lindenskov á in.fo skrivar soleiðis: Við atkvøðum 18 fyri og 9 ímóti samtykti Løgtingið uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini hjá Kára Bjarnason Petersen, landsstyrismanni. Hendan fyrra broytingin snýr seg um at loyva rúsdrkkaframleiðarum at selja alla framleiðslu sína á framleiðslustaðnum. Tað kundu teir ikki sambært rúsdrekkalógini. Tí sambært henni hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at…

Sólvit Nolsø

Vit gera okkara part

Jacob Vestergaard er úti við rívuni. Málið eru tiltøkini, sum landsstýrið hevur sett í verk móti Russlandi. Jacob Vestergaard vil vera við, at tiltøkini, sum nú eru sett í verk, ongan mun gera í áhaldandi stríðnum hjá vesturlendsku londunum at steðga ella forða russisku krígsmaskinuni. Einsamøll gera vit ongan mun. Tað er rætt. Men vit…

Ársfundur var hildin leygardagin 22. apríl

Ársfundurin var hildin í Kiwanis húsunum við Jøkulstræti. Hugaligt var tað, at síggja vøksturin í flokkinum. Ruth Vang forkvinna greiddi frá virkseminum í farna ári og síðan søgdu ávikavíst landsstýrisfólk, tingfólk og kommunalpolitikkarar frá um hvør síni starvsøki. Ikki minni áhugavert var tað at hoyra Bárð Larsen, greiða frá um rættarsamfelagið, um lógir og tulkingar…

Árni M. Dam

Árni M. Dam tikið sæti á tingi

Karlot Hergeirsson er farin í farloyvi í eina viku og næstvaldi á listanum við seinasta løgtingsval, er Árni M. Dam úr Norðskála. Árni Dam fekk 111 atkvøður á seinasta løgtingsvali og í morgun hevur hann sostatt tikið sætið á tingi. Í Framsókn er støðan tann, at Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit E. Nolsø,…