Karlot Hergeirsson er farin í farloyvi í eina viku og næstvaldi á listanum við seinasta løgtingsval, er Árni M. Dam úr Norðskála. Árni Dam fekk 111 atkvøður á seinasta løgtingsvali og í morgun hevur hann sostatt tikið sætið á tingi.
Í Framsókn er støðan tann, at Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit E. Nolsø, vórðu vald á ting. Men tey bæði, Ruth og Bjarni eru farin í Landsstýrið og sostatt eru Karlot Heirgeirsson og Hanna Jensen komin á ting.
Árni M. Dam er er skiparalærdur og seinni tók hann eisini Hægri Handilskúla á Kambsdali. Árni hevur siglt sum stýrimaður og skipari og hann hevur havt egið reiðari í fleiri ár, verið virkiseigari og havt handil eini 10 ár.
Harumframt hevur Árni eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum, Føroya Tele Net, Vestnordengrunninum.
Hansara størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.
Poul ClementsenNýggj fosturtøkulóg samtykt við 3. viðgerð
Bjarni K. Petersen úr landsstýrinum og inn á ting.
Her eru fyrstu tilmælini frá nýskipanarnevndini
Árni Dam spyr løgmann um millumlandaavtalur á fiskivinnuøkinum
Landsstýrið raðfestir útlendingaøkið
Fíggjarlógin 2026: Dentur lagdur á haldførið og ungdómin
Sólvit E. Nolsø verður kommunustjóri í Vestmanna
Sólvit Nolsø gevst í politikki
Røðan hjá Ruth Vang á ársfundinum
Listin við valevnum í Tórshavnar kommunu
Framsókn tekur suðuroyarleiðina upp til viðgerðar á landsfundinum
Skulu onnur taka okkum í álvara, mugu vit taka okkum sjálvi í álvara
Jólaheilan úr Tórshavnar Býráð
Fíggjarlógin fyri 2024 samtykt
Nú kunnu rúsdrekkaframleiðarar umsíðir selja sína egnu framleiðslu til virkisvitjandi.







