Jacob Vestergaard er úti við rívuni. Málið eru tiltøkini, sum landsstýrið hevur sett í verk móti Russlandi.
Jacob Vestergaard vil vera við, at tiltøkini, sum nú eru sett í verk, ongan mun gera í áhaldandi stríðnum hjá vesturlendsku londunum at steðga ella forða russisku krígsmaskinuni.
Einsamøll gera vit ongan mun. Tað er rætt. Men vit eru ikki einsamøll. Ísland, Grønland, Norra, ES, Bretland o.s.fr, hava øll sett tiltøk í verk, og okkara líkjast teirra á fleiri økjum. Tað er júst endamálið – at gera felags tiltøk, so tey hava so stóra ávirkan sum møguligt. Einki land steðgar krígnum einsamalt, men um øll brúktu somu argumentatión sum Jacob Vestergaard, so gjørdi eingin nakað.
”Gerið sum Norra” er eitt argument, sum ofta verður brúkt, tí Norðmenn vita, hvat teir gera. Út frá teirri argumentatiónini, vita føroyingar ikki, hvat skal gerast, hóast okkara tiltøk eru nær um meinlík teirra. Argumentatiónin er ein niðurgering av okkum sjálvum. Samstundis verður sagt, at vit ikki bara kunnu gera sum ES, tí tað er kopipolitikkur. Vit mugu kunna taka støðu til hesi viðurskiftini sjálvi.
Logikkurin liggur nakað á láni, tá tað er kopipolitikkur at gera sum ES, men ikki kopipolitikkur at gera sum Norra.
Í veruleikanum víkja vit ikki so nógv frá øðrum londum. Umskipingar eru til dømis ikki loyvdar í Norra. Fleiri avmarkingar eru eisini settar á tænastuveitingar. Onnur lond eru farin víðari.
Tað er rætt at avmarka okkara samstarv við Russland í so stóran mun, tað ber til. Vit eiga eisini at forða fyri, at vit ikki gerast ein enn størri miðstøð fyri russiskum virksemi, enn vit longu eru. Onnur lond gera tað sama.
At føra ein virknan uttanríkispolitikk, sum føroyskir politikkarar í fleiri ár hava sagt seg vilja, hevur ongantíð áður havt størri týdning enn júst nú. Vit kunnu ikki gera, sum vit vanliga gera og spæla fríspæl uttanríkispolitiskt. Ikki tá kríggj er í evropeiska grannalagnum, og enn veit eingin, um kríggið bert verður verandi innanfyri ukrainsku mørkini.
Vilja vit vera við og millum annað vinna okkum víðari heimildir, eiga vit at vísa okkum sum ein skikkaðan og sakligan samstarvsfelaga við teir felagsskapir og lond, sum vit vilja vera saman við. Tað gera vit við tiltøkunum, sum nú eru sett í verk.
Sólvit E. Nolsø