Tað er stórt trot á arbeiðsmegi í løtuni. Vit síggja tað bæði í privatu vinnuni, men eisini í tí almenna, har tørvurin á umsorganarfakfólki er ovurhonds stórur.
Koronafarsóttin tænti neyvan nøkrum, men hon vísti okkum nýggjar møguleikar -fjarundirvísing og fjarlestur.
Sjálvur havi eg lisið fjarlestur á Aarhus Universitet, uttan nakrantíð at hava sett fót á lærda háskúlan. Tó hevði eg møguleika at búgva og virka í Føroyum, og samstundis nema mær vitan.
Eg vil virka fyri sama møguleika til teirra, sum ynskja at útbúgva ella endurútbúgva seg innan umsorganarøkið.
Summi eru longu í starvi ella búgva ikki nærhendis einum útbúgvingarstaði, og hava kanska ikki møguleika at flyta. Hetta má ikki verða ein forðing, tá ið vit hava so stóran tørv á útbúnum fólki á økinum. Fyri nøkur kann fjarundirvísing – bæði sum fulltíðar- og parttíðarlestur – vera ein loysn. Harvið geva vit fólki frælsi til at vera verandi í teirra heimstaði og fáa eina útbúgving í teirra egna tempo, og harvið geva vit teimum meira frælsi at leggja sín lestur til rættis. Okkum øllum til gagns.
Christoffur Gert Nielsen, valevni fyri Framsókn