Í 2004 varð hámarksgjaldið úr barsilsskipanini lækkað úr 35.000 krónum niður í 25.000 krónur. Í dag, 18 ár seinni, er hámarksgjaldið framvegis 25.000 krónur. Hetta er ikki í tráð við lønargongdina í samfelagnum seinastu 18 árini.
Frælsið hjá foreldrunum at skipa barsilstíðina skal ikki verða avmarkað av útgjaldshámarkinum. Stundum hoyrist, at familjan í roynd og veru ikki kann velja, hóast skipanin loyvir, at 34 av 52 vikum verða býttar frítt millum foreldrini. Um foreldrið, ið forvinnur mest, velur barsil til, missir familjan heilt einfalt ov stóran part av inntøkugrundarlagnum.
Okkum tørvar eina frælsa barsilsskipan. Foreldrini vita sjálvi, hvussu teirra barn fær bestu karmar at mennast og støðast í barsilstíðini. Vit vilja tí virka fyri, at familjan kann velja frítt, hvussu hon skipar seg. Til tess at røkka málinum, er neyðugt at hækka hámarksútgjaldið – undir øllum umstøðum kann hámarksgjaldið ikki vera lægri enn fyri 18 árum síðani.
Hetta kann fíggjast við eini lutfalsligari lítlari hækking í inngjaldinum.
Framsókn virkar til frama fyri persónliga frælsið. Vel frælsi at velja, hvussu tit skipa barsilstíðina.
Christoffur Gert Nielsen, valevni fyri Framsókn.