Kommunurnar veita leypandi tænastur, so sum vatnveiting, kloakkering og ruskinnsavning. Hetta verður fíggjað av teimum fastbúgvandi í kommununi. Tey rinda sostatt fyri allar tænasturnar. Eisini tær, ið verða veittar til tey hundraðtals sethúsini kring landið uttan fastbúgvandi eigarar.
Eins og borgarstjórin í Sunda kommunu hevur víst á, hava kommunurnar onga heimild at krevja gjald fyri tænastur, ið verða veittar fólki, ið ikki búgva í kommununi. Hetta kann ikki vera rætt. Tað skapar ein ójavna millum kommunurnar í Føroyum, tí summar teirra hava útreiðslur, ið als ikki standa mát við inntøkurnar, sum koma í kommunukassan. Alt tí, at tænastur skulu veitast uttan kostnað.
Framsókn ynskir at lata kommunum frælsi til sjálvar at skipa sítt skattagrundarlag – annaðhvørt við inntøkuskatti, tænastugjaldi ella eini blanding av báðum. Fyrimunirnir eru í minsta lagi tvinnir:
– Kommunurnar fáa heimild at breiðka sítt skattagrundarlag, soleiðis at inntøkur og útreiðslur samsvara. Hetta kann geva møguleika at lækka inntøkuskattin, ið beinleiðis merkist hjá borgarunum í kommununi.
– Tænastugjøldini kunnu eggja eigarunum til at leiga húsini út, soleiðis at marknaðurin fyri leigubústaðir í ymsu kommunum gerst størrri.
Vel frælsi fyri kommununar at skipa seg sjálvar!
Vel Framsókn!
Christoffur Gert Nielsen, valevni fyri Framsókn